Munurin millum rættingarnar hjá "Sámal Joensen-Mikines"

Content deleted Content added
Quackor (kjak | íkøst)
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
{{mánaðargrein}}
[[Mynd:Mykines.gif|thumb|Mikines - sjálvsmynd]]
 
'''Sámal Elias Frederik Joensen-Mikines''' ([[23. februar]] [[1906]] í [[Mykines]]i - [[21. september]] [[1979]] í [[Keypmannahavn]]) var ein av [[Føroyar|Føroya]] størstu [[listamaður|listamonnum]].
 
Line 9 ⟶ 7:
 
Eftir lokna útbúgving vendi Mikines heim aftur til Føroya, og síðan skifti hann ímillum at búgva í Mykinesi, [[Tórshavn|Havn]] og Keypmannahavn. Føðioynna vitjaði hann at kalla á hvørjum sumri, hann fann myndevni síni har og aðrastaðni í Føroyum. Undantøk frá hesum eru landslagsmálningar, hann málaði á [[Bornholm]] og í [[Bovbjerg]] í [[Danmark]] eitt skifti í [[1960-árini|1960-árunum]].
 
[[Mynd:Jarðarferð.gif|thumb|right|200px|''Aftur av gravarferð'' frá 1935]]
 
Ein eyðkendur norrønur ekspressionistiskur tóni er í list Mikinesar. Í tíðarskeiðnum [[1933]] — [[1940]] er menniskjalig líðing eitt ástøðiligt myndevni. Tann kensluborni listamaðurin kennir deyðans nánd — trý systkin hansara og faðirin doyggja av tuberklasjúkuni. Hartil kemur, at skipbrot og aðrar vanlukkur á havinum raka næstringar hansara.