Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
Agnar (kjak | íkøst)
Nýggj síða: Afrodita Kærleiksgudinnan; í Róm tann sama sum Venus. Hon er ein av teimum tólv miklu olympunum og gav vakurleika og kynsliga atdráttarmegi og varð altíð lýst og avmyndað br...
 
JoergenB (kjak | íkøst)
s bólking
Linja 129:
 
Venus Ein sera gomul latínsk gudinna, ið átti ein halgidóm næreindis Ardia, ið var bygdur áðrenn Róm. Í aðru øld f.kr. varð hon partur av gudasøgnini um ta griksku Afroditu. Sagnirnar um ferðir Eineiasar, soni Venusar, ella Afroditu, høvdu stóran týdning hjá rómverjum, tí Eineias búsettist til endans í Italia, og rómverjar hildu, at Augustus og hansara ætt, ið tó bert var ættleidd, men ið varð nevnd gens Julia, var av Julosar ætt, og tískil eisini av Eineiasar og móðir hansara, Venusar ætt. Tað var Venus, ið hjálpti Eineiasi at sleppa úr Troya tá eldur var settur á býin, og vardi hann móti vreiðini hjá Heru. Hon gjørdi so Dido, drotning í Kartago, gjørdist ásttikin í honum og veitti honum griðskjól tá honum tarvdist tað. Hon stuðlaði honum eisini í bardøgum sínum við Turnos við at geva honum spjótið aftur, ið sat fast í einum træi.
 
 
[[Bólkur:Átrúnaður]]