Munurin millum rættingarnar hjá "Jens Fink-Jensen"

Content deleted Content added
SieBot (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
'''Jens Fink-Jensen''' er føddur [[19. desember]] [[1956]] í [[Keypmannahavn]], rithøvundur, lýrikari, fotografur og tónasmiður.
 
Byrjaði sítt rithøvundavirkið innan fagrar bókmentir í [[1975]] við stuttsøguni ''Juni [[1995]]''. Stuttsøgan stóð at lesa í dagblaðnum ”Information”. Í mai 1976 komu fýra yrkingar ”Hvedekorn” nr. 76/1. 19.10.1981 kom bókin við yrkingarsavninum ''Verden i et øje''. Bókin í óbundnum máli við stuttsøgusavninum ''Bæsterne'' kom 5.6.1986. 18.3.1994 kom út barnabókin ''Jonas og konkylien''.
 
Jens Fink-Jensen er nýmálsligur studentur frá Herlufsholm Kostskole í 1976. Síðani gjørdi hann herðskyldu og næm sær útbúgving í Kongaliga Danska Lívgardanum. Hann gjørdist arkitektur (MAA.,cand.arch.) frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannnahavn 1986, og tók prógv sum multimediedesignari frá sama staði í 1997.
 
Sum limur í upprunaliga bólkinum af rithøvundum í [[1980-unum]], sum savnaðust í bólkin rundan um Hvedekorn blaðstjóran PoulP[[oul Borum]], skipaði Jens Fink-Jensen í [[1980]] eitt nú saman við rithøvundastarvsfelagnum Michael Strunge, ”NÅ!!80” i Huset, [[Keypmannahavn]].
 
Jens Fink-Jensen ferðast við multigmedielýrikkshowum - við at lesa upp yrkingar, sýna egin dias og synthesizierkompositiónir á studentaskúlum og festivalum saman við keyboradspælaranum [[Fredrik Mellqvist]] og saxofonistiunum [[Jens Severin]].
 
Jens Fink-Jensen hevur eitt nú gjørt fotoframsýningarnar ''Sydens Skibe, Bejjing Ansigt'', yrkinga/fotoframsýningina ''OrdBilleder'' og ljóðdiasshowið ''Øje på verden – om bøgernes råstof''.
 
Í [[1999]] kom út yrkingasavnið ''Nær afstanden'', á [[arabiskt|arabiskum]], og var tað [[Jamal Jumas]], sum umsetti til [[arabiskt]]. Forlagið Alwah, í Madrid útgav savnið, líka sum nakrar yrkingar herfrá stóðu at lesa í dagblaðnum ”Al-Quds Al-Arabi” ([[London]], [[1996]]) og tíðskriftið ”Nizwa”, Oman í 1999.
 
== Bókaútgávur ==