Munurin millum rættingarnar hjá "Jón Tyril"

Content deleted Content added
Arnizach (kjak | íkøst)
s Legði húsagangin hjá G! Music aftrat
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
'''Jón Tyril''' varð føddur [[23. desemburdesember]] [[1973]]. Hann er sonur Sunnvu og Flóvin Tyril. Hann er uppvaksin í Norðagøtu[[Norðragøta|Norðragøtu]].
 
Jón Tyril hevur staðið fyri [[G!]] Festivalinum líka síðani hesi byrjaði í [[2002]]. Tá var festivalurin eitt eindagstiltak, men hevur síðani ment seg til eitt stórt tónleika- og mentanartiltak, sum varðar tríggar dagar. G! Festivalurin verður hildin á hvörjum ári, vikuskiftið áðrenn [[Ólavsøka|Ólavsøku]]. [[G! Music]], sum skipaði fyri G! Festivalinum, fór eftir festivalin í [[2007]] á húsagang. Jón var formaður í tí felagnum.
 
Jón Tyril var ein av stovnarunum av bólkinum [[Clickhaze]], sum var slóðbrótandi innan føroyskan tónleik. Jón spældi gittar í Clickhaze.
 
Í [[1998]] var Jón Tyril við til at stovna [[tónleikasamtakið Grót]], sum hevði til endamáls at skipa fyri konsertum og at betra um umstøður hjá tónleiki og tónleikarum. Grót og Losjan í Gøtu hava líkasíðani havt eitt tætt samstarv, og flestu konsertirnar, sum Grót skipar fyri, verða hildnar í Losjuni. Hetta hevur ført við sær at Losjan er vorðin eitt vælumtókt stað at hoyra nýggjan og spennandi tónleik.
 
Í 2002 stillaði Jón upp til løgtingsval fyri [[Tjóðveldisflokkurin|Tjóðveldisflokkin]], men hevur síðani meldað seg úr flokkinum.