Munurin millum rættingarnar hjá "Syðrugøta"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 14:
Syðrugøta er bygd frá [[víkingur|víkingatíð]], og saman við grannabygdunum, [[Gøtugjógv]] og [[Norðragøta|Norðragøtu]] verður hon ofta bert nevnd Gøta, og hesar bygdir eru ein kommuna. Navnið Gøta sipar til bygdagøtuna, sum frá gamlari tíð hevur verið ein høvuðsfarleið í Eysturoy frá [[Skálafjørður|Skálafirði]] til bygdirnar norðanfyri. Fyrri liður í bygdarnavninum sipar til, at hon var tann syðra av tveimum.
 
Gøtugjógv er helst yngri bygd enn hinar báðar. Gomul søgn er, at kirkja var í Syðrugøtu, men av óbótagerð misti bygdin kirkjuna, og varð hon flutt til Norðragøtu. Enn verður víst á, har kirkja og kirkjugarður vóru. Frá gamlari tíð eru kendir tveir býlingar, niðri við Hús og úti í Grógv, men teir eru samanbygdir fyri mongum árum síðan. Um 1860 kom nýggj bygd[[niðursetubygd]], [[Undir Gøtueiði]], sum liggur í Syðrugøtuhaga við Skálafjørðin.
 
Syðrugøta hevur stóran haga, og sera langt er úr norðasta parti og aftur at húsum. Søgn er, at syðrugøtumenn høvdu hús við eldstaði í haganum at vera í, um ov seint var at fara aftur at húsum.