Munurin millum rættingarnar hjá "Syðrugøta"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 18:
Syðrugøta hevur stóran haga, og sera langt er úr norðasta parti og aftur at húsum. Søgn er, at syðrugøtumenn høvdu hús við eldstaði í haganum at vera í, um ov seint var at fara aftur at húsum.
 
Ein seyðamaður í bygdini, ið nevndist [[Jákup Dintil]], var sera kvikur maður. Hann fór í hetta hús eitt kvøldið, men skjótt eftir komu tveir seyðatjóvar inn og verða varir við hann. Við snildum slapp hann út og so til beins aftur at húsum at siga frá.
 
Syðrugøta liggur við [[Gøtuvík]], sum er opin móti eystri, og tá ið landsynningur og eystan gera um seg, er ókyrt á víkini. Frægasta kyrruplássið er í Norðragøtu, og har er kommunal havn bygd. Á frímerkinum sæst sandurin niðan fyri húsini, og har verður [[G! Festival]]ur hildin á hvørjum sumri. Hann hevur verið eitt framúr stórt tiltak, sum hevur savnað eina øgiliga rúgvu av ungum fólki, og er vaksin á hvørjum ári. Í ár[[2006]] vóru 5000 fólk møtt, ella um 10% av øllum føroyingum, og kendar stjørnur úr útlondum hava luttikið.
 
==Fólk==