Munurin millum rættingarnar hjá "Sámal Joensen-Mikines"

Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
Arne List (kjak | íkøst)
Mynd: Mykineskona
Linja 1:
[[Mynd:Mykines.gif|thumb|Mikines - sjálvsmynd]]
'''Sámal''' Elias Frederik '''Joensen-Mikines''' (* [[23. februar]] [[1906]] í [[Mykines]]i, † [[21. september]] [[1979]] í [[Keypmannahavn]]) var ein av [[Føroyar|Føroya]] størstu [[listamaður|listamonnum]].
 
Linja 8:
Eftir lokna útbúgving vendi Mikines heim aftur til Føroya, og síðan skiftist hann um at búgva í Mykinesi, [[Tórshavn|Havn]] og Keypmannahavn. Heimaoynna vitjaði hann at kalla á hvørjum sumri, fann myndevni síni har — og aðrastaðni í Føroyum. Undantøk frá hesum eru landslagsmálningar, hann málaði á [[Bornholm]] og í [[Bovbjerg]] í [[Danmark]] eitt skifti í 1960 árunum.
 
[[Mynd:Jarðarferð.gif|thumb|right|Jarðarferð200px|'''Aftur av gravarferð''', 1935, [[Listasavn Føroya]]]]
Ein eyðkendur norrønur ekspressionistiskur tóni er í list Mikines. Í tíðarskeiðnum [[1933]]—[[1940|40]] er menniskjalig líðing eitt ástøðiligt myndevni. Tann kensluborni listamaðurin kennir deyðans nánd — trý systkin hansara og faðirin doyggja av tuberklasjúkuni. Hartil kemur, at skipbrot og aðrar vanlukkur á havinum raka næstringar hansara.
Havið tekur mangar Mykinesmenn í bestu árum — skyldmenn, grannar og vinmenn og Mikines tekur á seg byrðuna at lýsa líðingina.
Linja 14:
Ein røð av sterkum andlitsmyndum er eisini málað hetta tíðarskeiðið, ið uttan iva telist millum hansara mest upprunaligu og týðandi. Við [[Edvard Munch]] kundi Mikines siga:
 
[[Image:Faroe stamp 289 europe - mikineskona.jpg|thumb|left|200px|'''Mykineskona''', 1934, [[Listasavn Føroya]]]]
:''Øll list, bókmentir sum tónleikur, má gerast við hjartablóðinum. Listin er eins hjartablóð.''