Munurin millum rættingarnar hjá "Postverk Føroya"

Content deleted Content added
Mimir22 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 45:
Postmaðurin í [[Fuglafjørður|Fuglafirði]] um hetta mundið, [[Hans Jacob Petersen]], ognaði sær tveir deksbátar við motori. Annar æt [[Ragnhild (bátur)|Ragnhild]] og hin [[Alma (bátur)|Alma]]. Ragnhild sigldi við posti, ferðafólki og farmi norðureftir. Talan var um bygdirnar [[Hellur]], [[Oyndarfjørður|Oyndarfjørð]], [[Elduvík]], [[Funningur|Funning]] og [[Gjógv]]. Alma sigldi millum Fuglafjørð, [[Leirvík]] og Klaksvík. Báðir bátarnir høvdu navn eftir døtrunum hjá Hans Jacobi. Dóttir Hans Jacob, [[Alma Rustin]], var elsta postfólk í Føroyum og hon gjørdist 100 ár. Hon byrjaði á posthúsinum í Fuglafirði sum 14 ára gomul. Í [[1926]] fekk Alma ábyrgdina av postviðurskiftunum í Fuglafirði . Hon fór úr starvinum sum posthúsleiðari [[31. oktober]] [[1975]].
 
Annars var tað ''A/S J. Mortensens eftf.'' á Tvøroyri, sum í [[1895]] settu ta fyrstu maskinriknu strandfarasiglingina á stovn við dampskipinum [[M/F Smyril|Smirili]], ið sigldi kring allar oyggjarnar. Tann [[5. mars]] [[1908]] varð ''[[A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik]]'' sett á stovn. Longu í apríl sama ár keypti fyritøkan bátin [[Ruth (bátur)|Ruth]] úr [[Noreg]]i. Ruth, sum hevði dampmaskinu, var 15 brutto tons til støddar. Hon varð keypt fyri 14.000 kr. Tann [[1. august]] 1908 varð Ruth sett í fasta sigling millum Tórshavn og [[Hvalvík]]. Á farleiðini legði hon at fleiri staðni á vegnum. Hon sigldi eisini í [[Sandoy]]nna. Í umleið 70 ár røkti A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik postflutningin millum Tórshavn og [[Skálafjørður|Skálafjørðin]] og nærum líka leingi millum Tórshavn og bygdirnar við Sundalagið.
 
=== Yvirtøka ===