Munurin millum rættingarnar hjá "Telefon í Føroyum"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 9:
Fyrstu føroysku hús við telefonsambandi vóru Í Geil (Havn), Hjá Hans Bærentsen bónda ([[Sund]]), Hjá Óla Kristian Debess bónda ([[Oyrareingir]]), Hjá Óla Jacobsen ([[Kvívík]]) og Á Heygum (Vestmanna).
 
Í 1906 varð kaðal lagdur á land í [[Sandagerði]] í Havn, og harvið var eisini telegrafsamband við útheimin. Sama ár byrjaði [[Føroya Tele|Telefonverk Føroya Løgtings]] at avgreiða [[telefonsamrøða|telefonsamrøður]] í [[FøroyaFøroyar|Føroyum]].
==Automattelefon==
Miðskeiðis í [[1970-árini|1970-árunum]] var komið so langt áleiðis, at automattelefonin varð innførd, og tað ikki longur var neyðugt við umstillingsborðum og telefonstøð í hvørjari bygd. Í [[1976]] varð automatstøðin í [[Nesvík]] tikin í nýtslu, hetta automatiseraði telefonsambandið við [[Áir]], í [[Hvalvík]], [[Streymnes]]i, [[Saksun]], [[Svínáir|Svínáum]], á [[Langasandur|Langasandi]], [[Oyri]], [[Oyrarbakki|Oyrarbakka]] og [[Norðskáli|Norðskála]].