Munurin millum rættingarnar hjá "Innbúgv"

Content deleted Content added
New page: {{stubbi}} Hóast tað kann vera ringt at ímynda sær í dag, hava møblar verið framleiddir í Føroyum. Nógvir av møblunum frá 1940-árunum, sum framve...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 18. jul 2007 kl. 09:49


Hóast tað kann vera ringt at ímynda sær í dag, hava møblar verið framleiddir í Føroyum. Nógvir av møblunum frá 1940-árunum, sum framvegis standa í føroyskum heimum, eru framleiddir av føroyskum møblasnikkarum.

Modul OK

Seinni hevur eisini meira skipað møblaframleiðsla verið í Føroyum. Miðskeiðis í 1970-árunum fekk Annfinnur Zachariassen, sum átti Nýggja Bókhandil, á egnum føroyskum virki skapað og framleitt Modul OK-møblarnar. Tað vóru borð, stólar, sofur, hillar og annað, sum keyparin sjálvur setti saman og síðani kundi mála.

Keldur

  • Meistarligt føroyskt framleiðslutiltak. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 2, 1976.

Slóðir úteftir

Greinir

  • Meistarligt føroyskt framleiðslutiltak. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 2, 1976.