Munurin millum rættingarnar hjá "Norðurstreymoy"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
New page: Norðurstreymoy er ikki ítøkiliga avmarkað eind, men verður vanliga fatað sum norðastu tveir triðingarnir av Streymoynni. Á eystursíðuni gongur markið millum [[Kollafjørðu...
 
Haukur (kjak | íkøst)
Linja 1:
'''Norðurstreymoy''' er ikki ítøkiliga avmarkað eind, men verður vanliga fatað sum norðastu tveir triðingarnir av [[Streymoy]]nni. Á eystursíðuni gongur markið millum [[Kollafjørður|Kollafjørð]] og [[Kaldbaksfjørður|Kaldbaksfjørð]], soleiðis at allar bygdirnar við Kollafjørð hoyra til Norðurstreym. Á vestursíðuni gongur markið millum [[Skælingur|Skæling]] og [[Norðradalur|Norðradal]], soleiðis at Skælingur og bygdirnar norðanfyri verða roknaðar til Norðurstreym, meðan alt sunnanfyri verður roknað til [[Suðurstreymoy]]. Saksun og allar bygdirnar á eystursíðuni úr [[Hósvík]] til [[Tjørnuvík]]ar hoyra í dag til [[Sunda Kommuna|Sunda Kommunu]]. Bygdirnar við Kollafjørðin hoyra til [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]]; Á vestursíðuni hoyra bygdirnar av [[Skælingur|Skælingi]] til [[Válur|Válin]] við Vestmanna til [[Kvívík]]ar kommunu. [[Vestmanna]] er egin kommuna.
 
[[Bólkur:Streymoy]]