Munurin millum rættingarnar hjá "Ebenezer"

Content deleted Content added
Mimir22 (kjak | íkøst)
No edit summary
Quackor (kjak | íkøst)
s wikify, rættingar, bólka
Linja 1:
Navnið'''Ebenezer''' er navnið á samkomuhúsi hjá [[Brøðrasamkoman|Brøðrasamkomuni]] í [[Niels Finsens gøta|Niels Finsens gøtu]] í [[Tórshavn|Havn]]. Navnið Ebenezer er [[Hebraiskt mál|hebraiskt]] og er tikið úr [[Bíblian|Bíbliuni]], úr [[Sámuelsbók]] (1. Sám. 4:1 og 7:11-12). Fyrsti salurin, Ebenezer, varð bygdur beint eftir [[1900]] og varð tikin í nýtslu [[17. juli]] [[1905]]. Hann varð í [[1963]] tikin niður og fluttur inn í [[Saltangará]], har hann fekk navnið ''Berøa''. Núverandi samkomubygningurin Ebenezer er tikin í brúk [[6. september]] [[1963]] og fekk umfatandi ábøtur og umbygging í [[2006]].
Áðrenn salurin Ebenezer varð bygdur í [[1905]] savnaðist samkoman í [[Sloans salur|Sloans sali]] við [[Tinghúsvegur|Tinghúsvegin]]; tann salurin varð bygdur í [[1879]].
 
 
== Brúðarvígsla ==
Fyrsta brúðarvígslan í Ebenezer var í [[1978]]. Tað vóru ''Richard Schwartz Jacobsen'' og ''Anna Kjærbo'', sum giftust. Tey høvdu fingið serloyvi til at verða vígd í salinum, og politiassistenturin ''Niclas Poulsen'' hevði fingið serloyvi frá fútanum at víga parið.
 
== Keldur ==
* [http://www.ebenezer.fo Heimasíða Ebenezers]
* Fyrsta brúðarvígslan í Ebenezer. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 1 (1978)
 
== Slóðir úteftir ==
* [http://www.ebenezer.fo Heimasíða Ebenezers]
 
[[Bólkur:Brøðrasamkoman]]