Munurin millum rættingarnar hjá "Saksun"
Content deleted Content added
ny skabelon |
No edit summary |
||
Linja 38:
Landslagið við bygdina er sermerkt. Gamli garðurin [[Dúvugarður]] er friðaður og stendur sum eitt minni um farnar øldir. Millum Saksun og [[Vestmanna]] stendur fjallið [[Koppenni]]. Við opnum báti slepst inn á víkina uttan fyri bygdina Saksun. Ein smøl renna gongur inn til vatnið [[Pollur (Saksun)|Pollin]], sum er avskorin frá havinum av sandgrynnum. Bert heilt smáir og lættir bátar sleppa inn á Pollin og bert á flóð. Úr Saksun gongur vegurin niðan gjøgnum [[Saksunardalur|Saksunardal]], har gróðurin er nógvur. Í bygdini Saksun eru fleiri garðar, sum hava staðið í øldir.
== Søga ==
Fyri nøkrum hundrað árum síðani fórst skipið, sum seinni mest er umtalað [[Saksunarskipið]], í Saksun. Í lastini var millum annað viður, og tá farmurin varð seldur á [[uppboðssøla|uppboðssølu]], varð ein stokkur av pommerskari furu seldur til [[Nólsoy]]ar, har hann varð nýttur at byggja eina stovu í húsunum við Brunn, og tríggir aðrir stokkar vórðu seldir til [[Suðuroy]]ar. Maðurin, sum keypti teir tríggjar stokkarnar, bant teir saman til ein flaka, setti segl á og sigldi í hesum líki stokkarnar suður.
{{stubbi}}
==Útvortis ávísing==
|