Munurin millum rættingarnar hjá "Dópur"

Content deleted Content added
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
No edit summary
Merkir: VisualEditor Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 6:
Flestu kirkjurnar hava ymisk sýn á dópin. Serliga spurningarnir um børn kunnu doypast og um dópurin er nakað, ið Guð ger ella nakað menniskjan sjálv ger.
 
''Lutherska læran [[Fólkakirkjan|(fólkakirkjan)]]'' sigur, at børn eiga at doypast, tí dópurin er endurføðandi og veitir syndanna fyrigeving. Endurføðingin og fyrigevingin er tó einast galdandi um man trýr. Størsti munurin á Rómversku katólsku og luthersku læruni er, at dópurin, sum tey luthersku síggja tað, reinsar burtur alla synd (arvasynd og gerningasynd). Og afturat siga tey luthersku, at smábørnini kunnu takað ímóti dópinum í trúgv. Dópurin í luthersku kirkjuni er eitt [[sakramenti]] og eitt [[náðimiðil]].<ref>https://glyvra.fo/augsburgska-truarjattanin/</ref>
 
''Rómversk katólska'' læran sigur sum tann lutherska, at børn eiga at doypast, tí dópurin er endurføðandi og veitir syndanna fyrigeving. Í katólsku kirkjuni er trúgvin tó ikki í fyrstu atløgu ein individuel, men ein kollektiv trúgv. Tað merkir, at barnið verður doypt til kirkjunnar trúgv. Tá barnið síðani verður gamalt nokk, byrjar tað at fáa eina individuella trúgv. Dópurin í katólsku kirkjuni er eitt sakramenti og eitt náðimiðil.<ref>https://www.katolsk.dk/tro/kirkens-sakramentale-liv/daaben</ref>