Munurin millum rættingarnar hjá "Jóhan Hendrik Winther Poulsen"

Content deleted Content added
Linja 14:
Hann tók mag.art. prógv í 1966. Hann las á lærda háskúlanum í [[Reykjavík]] í 1960-62, og eftir ta próvtøkuna arbeiddi hann í Keypmannahavn á Árnasavninum við tí norrønu orðabókini.
Í 1967-68 fluttu hann og Birna til [[Illinois]] í USA við børnunum, Hjørdis og Teiti, at arbeiða sum lærari í fornnorrønum og norðurlendskum málum á lærdum háskúla í Illinois.
Frá 1968 arbeiddi hann leysløntur á Føroyamálsdeildini, til hann í 1972 varð settur í starv sum deildarstjóri á Føroyamálsdeildini og seinni bleiv lektari.
Tað var í 1986, at Jóhan Hendrik varð tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroyra, av [[Atli Dam|Atla Dam]], løgmanni.
1. september 1997 loysti hann seg við umsókn úr starvi við eftirløn.