Munurin millum rættingarnar hjá "Antibiotika"

Content deleted Content added
Rthomsen (kjak | íkøst)
New page: thumb|Antibiotika steðgar vøkstrinum av bakteriuni [[Staphylococcus aureus á eini royndarplátu.]] '''Antibiotika''' er heilivágur ímóti...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 17. jun 2007 kl. 15:58

Antibiotika er heilivágur ímóti bakteriusmittum. Grundarlagið undir virknaðinum á antibiotika, er at tað er munur á bakteriukyknunum (prokaryotar) og vertkyknunum (eukaryotar). Tað ið fyrst var uppdagaða er penicillin, og enn tann dag í dag, eru tey ymisku sløgini av penicillin tey mest nýttu antibiotika.

Antibiotika steðgar vøkstrinum av bakteriuni Staphylococcus aureus á eini royndarplátu.

Flokking

Antibiotika verða ofta flokka í fimm bólkar eftir hvussu tey virka:

  • Ávirka kyknuveggframleiðsluna:
β-laktam antibiotika, herímillum tey ymisku penicillinini, t.d. Phenoxymethylpenicillin, Amoxicillin, Pivmecillinam
Glykopeptidir, t.d. Vancomycin
  • Ávirka proteinframleiðsluna:
Aminoglykosidir, t.d. Gentamicin
Tetracyklinir, t.d. Tetracyklin, Oxytetracyklin, Doxycyklin
Makrolidir, t.d. Erythromycin, Roxithromycin, Azithromycin
Fusidinsýra
  • Ávirka nukleinsýruframleiðsluna:
Fluoroquinolonir, t.d. Ciprofloxacin, Ofloxacin
Metronidazol
Nitrofurantoin
  • Ávirka folinsýruframleiðsluna:
Sulfonamidir, t.d. Sulfamethizol
Trimethoprim
  • Ávirka kyknumembranframleiðsluna:
Polymyxinir


Keldur

S. P. Denyer, N. A. Hodges, S. P. Gorman, Hugo & Russel's Pharmaceutical Microbiology, 7th Edition, 2004, Blackwell Publishing.