Munurin millum rættingarnar hjá "T-kykna"

Content deleted Content added
Rthomsen (kjak | íkøst)
New page: Ein '''T-kykna''' er eitt slag av hvítum blóðkyknum og sostatt ein partur av immunskipanini. T-kyknur verða framleiddar í beinmerginum, men búnaðar í thymus (hálseitilinum...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 16. jun 2007 kl. 20:49

Ein T-kykna er eitt slag av hvítum blóðkyknum og sostatt ein partur av immunskipanini. T-kyknur verða framleiddar í beinmerginum, men búnaðar í thymus (hálseitilinum), hvaðani heitið stavar frá.

T-kyknur kunnu kennast frá B-kyknum við at tær hava ein ávísan reseptor á yvirflatuni, T-kyknu reseptorin (TCR = T Cell Receptor).

T-kyknur kunnu býtast í:

  • Hjálpikyknur (TH1, TH2) senda signalir og stimbra harvið immunskipanina. Tær hava proteinið CD4 á yvirflatuni. Hesar kyknur eru álopsmálið hjá HIV virusinum.
  • Dreparakyknur (TC) drepa virussmittaðar kyknur. Tær hava proteinið CD8 á yvirflatuni.


Keldur

  • Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.