Munurin millum rættingarnar hjá "Jørgen Niclasen"

Content deleted Content added
Tak burtur versjón 361754 hjá Liggjasaaaaaaaaaa (kjak) Herverk !
Merki: Undo
Upprætta nýtt reglubrot um rúsdrekkakoyring
Linja 3:
 
=== Tollmálið ===
Í desember 2013, stutt fyri jól, varpaðu føroyskir fjølmiðlar ljós á Jørgen Niclasen, sum var fíggjarmálaráðharri, tey varpaðu ljós á tíðina frá 1989 og fyrst í 1990-árunum, meðan hann var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. Niclasen. Sambært skjølum, ið miðlarnir løgdu fram, hevði virkið hjá Jørgeni Niclasen tikið vøru út úr einari tollgoymslu sum ikki var tollað og selt hana ótollaða og har við snýtt landskassan fyri fleiri hundraðtúsund krónur. Fyritøkan hevði havt ein tollkreditt sum varð uppsagdur, men helt tó fram við at selja ótollaðar vørur. Jørgen Niclasen vísti øllum ákærum aftur.<ref>[http://jn.fo/jorgen+niclasen+visir+aftur+at+hann+hevur+snytt+i+tolli.html jn.fo, "Jørgen Niclasen vísir aftur, at hann hevur snýtt í tolli", Tíðindaskrivið er skrivað av Jørgeni Niclasen]</ref> Løgmaður [[Kaj Leo Holm Johannesen]] stuðlaði sínum fíggjarmálaráðharra og segði, at hann hevði fult álit á honum.<ref>[http://aktuelt.fo/logmadur+fult+alit+a+jorgeni+niclasen.html aktuelt.fo, Løgmaður fult álit á Jørgeni Niclasen, skrivað hevur Georg L. Petersen hin 20. des. 2013.]</ref><ref>[http://kvf.fo/greinar/2014/05/28/logmadur-hevur-fult-alit-jorgen-nicalsen kvf.fo, Løgmaður hevur fult álit á Jørgeni Niclasen]</ref> Tað gjørdi hann eisini tann 28. mai 2014, tá ið andstøðan setti fram misálit á Jørgen Niclasen. Tá ið avtornaði vóru tað tríggir úr samgonguni ið atkvøddu fyri uppskotinum um misálit, tveir sambandstingmenn, [[Reimund Langgaard]] og [[Helgi Abrahamsen]] og [[Jenis av Rana]], formaður Miðfloksins.
 
=== Rúsdrekkakoyring ===
10. februar 2022 kl. 11.26 var Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági<ref name=":0">{{Cite web|url=https://in.fo/news-detail/joergen-niclasen-tikin-fyri-rusdrekkakoyring|title=Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring|last=Eirikur|first=Lindenskov|date=16.02.2022|website=in.fo|publisher=in.fo}}</ref>. Jørgen Niclasen var á veg at keypa morgunbreyð, tá ið hann var steðgaður og biðin um at blása í alkoholmetrið<ref name=":1">{{Cite web|url=http://www.vp.fo/news/joergen-niclasen-leggur-fra-saer-sum-landsstyrismadur-1|title=Jørgen Niclasen leggur frá sær sum landsstýrismaður|last=Ólavur|first=í Beiti|date=16.02.2022|website=vp.fo}}</ref>. Alkoholmetrið vísti eina promillu á 1,26. Hægst loyvda promillan, tá ið ein skal føra bil er 0,2<ref name=":0" />. Eina lítla viku seinni, kom málið undan kavið og Jørgen Niclasen bað Løgmann, [[Bárður á Steig Nielsen]], loysa seg úr starvið<ref>{{Cite web|url=https://in.fo/news-detail/loegmadur-hevur-loyst-joergen-niclasen-ur-starvid|title=Løgmaður hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvið|last=Eirikur|first=Lindenskov|date=16.02.2022|website=in.fo}}</ref><ref name=":1" />.
 
== Sí eisini ==