Munurin millum rættingarnar hjá "Immunskipan"

Content deleted Content added
Rthomsen (kjak | íkøst)
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 14. jun 2007 kl. 20:26

Immunskipanin er verjuskipanin hjá kropppinum ímóti smáverum, so sum bakterium og virusum. Immunskipanin er samansett av ymiskum sløgum av hvítum blóðkyknum. Tá kroppurin verður smittaður av t.d eini bakteriu leypa hvítu blóðkyknurnar á og royna at drepa tær fremmandu kyknurnar.

Ein neutrofil í gongd við at eta eina miltbrand bakteriu, Bacillus anthracis, undir elektronmikroskopi.

Immunskipanin hevur minni, sum ger at næstu ferð kroppurin kemur í samband við bakteriuna, er klárt við andevnum sum kunnu merkja júst hesa bakteriuna so hon verður dripin beinanveg.

Immunskipanin er deild upp í ta viðføttu og ta tillagaðu immunskipanina.


Viðfødda immunskipanin

Tann viðfødda immunskipanin er ein skipan sum næstan allir lívsformar hava og er tann skipanin sum virkar beinanvegin tá ein fremmand kykna kemur í kroppin. Tað er ein óspesifikk skipan og er uppbygt av eini komplementskipan og ymiskum sløgum av fagosyttum (kyknur ið drepa fremmandar kyknur við at eta tær):


Tillagaða immunskipanin

Tann tillagaða immunskipanin er ein skipan sum bert geisladjór hava og virkar við, at ymiskar kyknur hava ymisk antigen. Soleiðis ber til at tillaga verjuna ímóti bakteriur og virusum. Hetta elvir til eina sterkari verju, sum eisini hevur møguleika at minnist bakteriur kroppurin hevur møtt fyrr. Skipanin er samansett av tveimum sløgum av lymfosyttum: T-kyknur og B-kyknur

  • T-drepara kyknur (TC): Drepa kyknur við fremmandum antigenum á yvirflatuni, t.d. kyknur, ið eru smittaðar við einum virusið.
  • T-hjálpara kyknur (TH1): Gera makrofagar meiri virknar.
  • T-hjálpara kyknur (TH2): Stimbra B-kyknur til at framleiða andevni.
  • B-kyknur: Upprunalig B-kykna sum gerst til plasma- og minnikyknur, tá hon verður stimbra av TH2 kyknum.
  • B-plasma kyknur: Stuttlivandi kykna sum framleiðir andevni.
  • B-minni kyknur: Minnast antigenir kroppurin hevur møtt upp til fleiri ár. Gerst til plasma kyknu tá hon møtir antigeni aftur.


Keldur

  • Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.