Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Jacob Jacobsen"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
s kommavillur rættaðar
Linja 18:
Hans Jacob Jacobsen var á [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]] veturin [[1919]] - [[1920]], og haðani fór hann til Danmarkar á landbúnaðarskúla. Síðani arbeiddi hann nøkur ár á ymsum gørðum, og í [[1925]] fór hann á Landbúnaðarháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv sum búnaðarfrøðingur í [[1928]]. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, arbeiddi hann innan landbúnaðin, og í [[1942]] varð hann settur sum búnaðarráðgevi. Skrivingin, sum var byrjað í lestrarárunum í Danmark, var ítriv, hann hevði við síðuna av dagliga yrki sínum. Umframt skaldsøgur og stuttsøgusøvn týddi hann ein hóp av bókmentum til føroyskt.
 
Hansara síðstu dagar, gingu mest við at týða ymisk ævintýr, og at skriva bókina Endurminningar, og í 1982 vann hann tann høgt metta bókmentaheiðurin [[Holberg-medaljan|Holberg-Medaljunamedaljuna]].
 
== Virðislønir ==