Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Jacobsen"

Content deleted Content added
s →‎Slóðir: bólkur
Linja 45:
 
=== Vinniliga virksemið ===
[[File:Hans á Bakka in Vágur in 2017.jpg|thumb|Brunnskipið Hans á Bakka hjá Bakkafrost er uppkallað eftir Hans á Bakka Jacobsen, tað varð bygt í 2015.]]
 
Í 1968 tá Hans var 29 ár byrjaði hann saman við brøðrunum Rólant og Martin í smáum sildaframleiðslu á Bakka. Teir bygdu fyrsta virkisbygningin á Bakka á Glyvrum, og nevndu felagið Bakkafrost. Fólkið við Skálafjørðin hevði nógv við sild at gera – á Bakka var íshúsið bygt í 1912, so sildin kundi kølast út á várið við ísi, sum var tikin omanav ymiskum íshyljum og borin saman í íshúsið. Grótið til íshúsið var fingið til vega úr einum stórum steini, sum lá í bønum á Glyvrum beint sunnanfyri húsini hjá Jóhonnu. Hesin var boraður við hond og sprongdur av Klæminti, brøðrum hansara og øðrum Glyvramonnum. Í nógv ár hevði eingin sild verið, men í 1967 byrjaði sild at koma aftur á fjørðin.