Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Jacobsen"

Content deleted Content added
yvirskriftir
Linja 59:
 
Seinastu nógvu árini starvaðist Hans til dagligt á smoltstøðini yvuri á Glyvradali. Hann tók sær av framleiðsluni av laksasmoltunum. Hann byrjaði at byggja smoltstøðina har yvuri umleið 1995, og bygdi hana út líka fram til tað síðsta.
 
Gjøgnum sítt vinnuliga lív var Hans ein undangongumaður, ein pionerur við nógvum visiónum - hann var ikki bangin at royna nýggjar leiðir. Hann kom eisini at hava fleiri álitispostar, hann var m.a. við í býráðnum í Runavíkar Kommunu í 12 ár, og var formaður fyri Eysturoyar Røktar- & Ellisheimi frá byrjan í 1980 fram til einaferð í nýtiárunum eisini eftir at hann var farin úr býráðnum. Hann var í Havbúnaðarfelagnum í mong ár, bæði sum nevndarlimur og formaður.
 
Hans var stjóri í Bakkafrost frá byrjan og fram til 1990, og síðani nevndarformaður til 2007. Hann helt tó fram í nevndini til 2010, men var í valnevndini fram til hann doyði. Seinasti fundur har var bert fáar vikur áðrenn hann doyði, har hann skrivaði undir fundarfrásøgn fyri seinastu ferð. Tá var tað komandi aðalfundur og nevndarval í 2012 sum var viðgjørt. <ref>{{Cite web|url=https://www.in.fo/news-detail/minningaror-hans-jacobsen-hans-bakka|title=Minningarorð um Hans Jacobsen|last=Jacobsen|first=Regin|website=In.fo}}</ref>
 
=== Nevndir og býráðslimur ===
Gjøgnum sítt vinnuliga lív var Hans ein undangongumaður, ein pionerur við nógvum visiónum - hann var ikki bangin at royna nýggjar leiðir. Hann kom eisini at hava fleiri álitispostar, hann var m.a. við í býráðnum í Runavíkar Kommunu í 12 ár, og var formaður fyri Eysturoyar Røktar- & Ellisheimi frá byrjan í 1980 fram til einaferð í nýtiárunum eisini eftir at hann var farin úr býráðnum. Hann var í Havbúnaðarfelagnum í mong ár, bæði sum nevndarlimur og formaður.
 
=== Trúðarlív ===
Hans var eisini ógvuliga virkin í trúðarlívi á [[Skálafjørður (fjørður)|Skálafjørðinum]]. Hans var við til at fáa missiónshúsið á Glyvrum bygt, og var hann seinni eisini við til at seta Samkomuna [[Keldan (samkoma)|Keldan]] í Skálafirði á stovn, eftir at teltmissiónin á [[Gøtueiði]] hevði sett gongd í veking á fjørðinum. Hans var í mong ár ein av forspákarunum fyri Samkomuni Kelduni, og var eitt nú við til at fáa núverandi stóra samkomubygningin reistan. Familjan hjá Hansi er í dag eisini við til at mynda samkomuna.
 
== Familja ==
Hans hevði saman við konuni Oddvør fimm børn, [[Regin Jacobsen]], [[Jastrid Høj]], [[Annika Frederiksberg|Anniku Frederiksberg]], [[Birna Vestergaard|Birnu Vestergaard]] og Rógva Jacobsen. Trý av teimum eru í dag í leiðsluni á Bakkafrost, har í millum Regin, sum er forstjóri í samtakinum, Anniku, sum er í nevndini og er sølustjóri, og Rógva, sum er leiðari á stóru smoltstøðini á Strond. Jastrid er í dag skúlastjóri í [[Frískúlin Keldan|Frískúlanum Kelduni]], og Birna rekur fyritøkuna [[Glyvralon]].