Munurin millum rættingarnar hjá "COVID-19 alheimsfarsóttin í Føroyum"

Content deleted Content added
dagføring
Linja 70:
Í juli vóru G! festivalurin og Summarfestivalurin avlýstir eftir og pressi frá myndugleikunum, meðan Ólavsøkan varð hildin sum vant. Í august var sera lítil smitta, talið á nýggjum dagligum tilburðum lá frá null til 2.
 
=== September og oktober 2021 ===
{{Image frame
| caption=Overview of the development of the pandemic in the Faroe Islands from 1 October 2021 - present
| content ={{Graph:Chart
| width = 600
| height = 200
| colors = darkred
| xAxisTitle=Date
|xAxisAngle=-40
| yAxisTitle= New cases per day
| type = rect
| x = 1 October, 2 October, 3 October, 4 October, 5 October, 6 October, 7 October, 8 October, 9 October, 10 October, 11 October, 12 October, 13 October, 14 October, 15 October, 16 October, 17 October, 18 October, 19 October, 20 October, 21 October, 22 October
| y1 = 22,7,3,17,9,13,9,12,13,7,12,8,4,9,8,10,6,13,15,26,38,89
|showValues = offset:4
}}
}}
1. september 2021 góvust føroyingar at kanna fyri COVID-19 við landamørkini, tvs. í Vága Floghavn og í havnunum í Hirtshals og Seyðisfirði, áðrenn fólk fóru umborð á Norrønu. Meiningin var at fólk so í staðin sjálvboðin skuldu lata seg kanna 2 dagar áðrenn komu til Føroya og 2 dagar eftir komu. Men tað vísti seg, at sera nógv fólk lótu vera við hesum. Smittan vaks í september og serliga í oktober 2021 tók smittan dik á seg. Smittuspjaðing fór serliga nógv fram í heystferiuni, serliga á tveimum ungdómsstevnum á Zarepta. Tað vóru sera ókoppsett børn og ókoppsett ung, ið bóru smittuna, men hesi smittaðu so síni nærmastu, hóast tey vóru koppsett. Hin 22. oktober 2021 vóru 89 fólk staðfest smittað, tølini vóru almenn dagin eftir tann 23. oktober. Tá var talið av aktivt smittaðum so høgt sum 216, so høgt hevði tað aldri verið fyrr.<ref>{{cite web |url=https://kvf.fo/greinar/2021/10/23/logmadur-i-utvarpid-um-koronastoduna |title=Løgmaður í útvarpið um koronastøðuna |last=Rana |first=Hallur av |date=23. oktober 2021 |website=kvf.fo |publisher= |access-date=24. oktober 2021}}</ref> Smittan var serliga útbreidd í Eysturoynni og Norðoyggjum.<ref>{{cite web |url=https://in.fo/news-detail/nu-hava-vit-mist-tamarhaldid-a-stoeduni |title=Nú hava vit mist tamarhaldið á støðuni |last1=Bertholdsen |first1=Áki |date=23. oktober 2021 |website=in.fo |publisher=Sosialurin |accessdate=23. oktober 2021}}</ref>
Landslæknin segði, at nú var onki tamarhald á smittuni og smittuketunum, men at tað var upp til politiska myndugleikan at seta tiltøk í verk. Farsóttarnevndin hevði fund 24. oktober og skuldi geva tilmæli til politiska myndugleikan, um hvat kundi gerast fyri at fáa tamarhald á smittuni aftur. Samstundis sum smittan setti met vóru 69,9% av føroyingum liðugt koppsett og 73,1% høvdu fingið fyrra prikið.