Munurin millum rættingarnar hjá "Terje Beinar Vestergaard"

Content deleted Content added
No edit summary
bólkar
Linja 1:
{{infobox/article/human|known for=[[Glyvralon]], [[Nýtt Sjálvstýri]], [[Bakkafrost]]|spouse=[[Birna Vestergaard]]}}'''Terje Beinar Vestergaard''' (føddur [[13. februar|13. Februar]] [[1973]] í [[Sumba]]), búsitandi í [[Saltangará]], er politikkari, sangari og sjálvstøðugur vinnurekandi. í 2018 keypti Terje, saman við konuni Birnu Vestergaard, eini hús við sjóvarmálan á [[Glyvrar|Glyvrum]], og byrjaðu tey virksemið, sum í dag er kent undir heitinum [[Glyvralon]]. í 2019 keypti Terje seg inn í eitt plátuverkstað, men seldi sín part fyri at gerast leiðari á [[Ditec]]. Terje er kommunal -og landspolitikkari. Hann stillaði fyrstu ferð upp til kommunalpolitikk í Runavíkar Kommunu í 2012 og slapp inn, og í valinum í 2016 gjørdist hann varðaborgarstjóri í kommununi. í 2019 stillaði Terje fyri fyrstu ferð upp í landspolitikki fyri [[Nýtt Sjálvstýri|Sjálvstýri]], har hann gjørdist júst ov stuttur at koma inn. Tó er hann varðamaður á tingi.
 
Terje hevur givið fleiri tónleikaútgávur út, og er vorðin kendur manna millum fyri sína fólksligu rødd. Millum annað hevur hann givið tveir sangir út, sum verpápin [[Hans Jacobsen|Hans á Bakka]], sáli, skrivaði áðrenn hann andaðist. Teir báðir sangirnir kallast Tíðin fer, og Lívsins Rósa. Eisini hevur hann latið aðrar útgávur úr hondum, og hevur hann millum ár og dag verið nógv at hoyra í útvarpi og aðrastaðni.
Linja 5:
 
Terje er giftur við [[Birna Vestergaard|Birnu Vestergaard]]. Saman eiga tey trý børn, [[Marita Højgaard|Maritu Højgaard]], [[Hans Terje Vestergaard]] og [[Dánjal Vestergaard]].
 
{{DEFAULTSORT:Vestergaard, Terje}}
 
[[Bólkur:Føðingar í 1973]]
[[Bólkur:Føroyskir politikarar]]
[[Bólkur:Føroyskir sangarar]]
[[Bólkur:Føroysk vinnulívsfólk]]