Munurin millum rættingarnar hjá "Bóghvítuhvalur"

Content deleted Content added
Tú kann ikki brúka lýsingarorðið "gamal" í kvennformi, lýsandi kallkynsheiti.
Benadikt (kjak | íkøst)
s Teknið fyri metur er m UTTAN styttingarpunktum.
 
Linja 1:
[[Mynd:Killerwhales_jumping.jpg|thumb|right|250px|Bóghvítuhvalur.]]
'''Bóghvítuhvalur''' (eisini nevndur '''rovhvalur''', '''mastrarhvalur''', '''mastrarfiskur''', '''æðuhvalur''' og '''steyrhvalur''') (frøðiheiti - ''Orcinus orca'') er lættur at kenna á tí stóra horninum og teimum hvítu merkjunum aftanvert við hornið. Hornið á kallhvalinum er stórt (1,8 m.) og tríhyrnt, men hornið á kvennhvalinum er minni (0,9 m.) og meira árundað aftantil. Bóghvítuhvalur hevur 10-13 tenn hvørjumegin í kjaftinum. Tær eru eitt sindur bogaðar og 6-8 cm. langar. Bóghvítuhvalur er alheimsslag, sum reikar víða um í Norðurhøvum, bæði við strendurnar og pelagiskt og úr heitum [[Sjógvur|sjógvi]] niður í arktiskan sjógv. Serliga er nógvur bóghvítuhvalur úti fyri [[Lofot]], millum [[Føroyar|Føroya]] og [[Ísland]]s, eisini undir [[Ísland]]i.
 
40 ára gamla djóravenjarinnan [[Dawn Brancheau]] varð [[25. februar]] [[2010]] dripin av einum 30 ára gomlum bóghvítuhvali. Tilburðurin var í kendu undirhaldsparkini [[Sea World]] í [[Orlando]], [[Florida]]. Kvinnan var júst í holtur við at greiða fólki frá undirhaldinum, tá hon var áhaldsin og datt út í hylin. Bóghvítuhvalurin kom eftir henni og dró hana til botns. Hesin bóghvítuhvalurin er umleið 30 ára gomul hon og vigar umleið 6 tons. Hon eitur ''Tilikum'', ið merkir vinur, og hon hevur verið í [[Sea World]] seinastu átjan árini. 40 ára gamla [[Dawn Brancheau]] var ein av mest royndu starvsfólkunum og von at vera um hesar [[Hvalur|hvalir]]. [[Sea World]] í [[Florida]] er sera kent fyri framførslur sínar við bóghvítuhvalum, [[delfinum]] og [[kópum]], men tað er eftir øllum at døma ikki av ongum, at bóghvítuhvalur á [[Enskt mál|enskum]] verður nevndur ''killer whale''.