Munurin millum rættingarnar hjá "Wilhelm II týskur keisari"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
s Tofts flutti síðuna Wilhelm II til Wilhelm II týskur keisari: Tað eru fleiri Wilhelm II
Tofts (kjak | íkøst)
MÁLRÁÐIÐ mælir til at stava søguliga landið "Preussen" við uppruna (søguligar) stavseting, men lýsingarorðið "proysiskur" við føroyskari stavseting.
 
Linja 1:
[[Mynd:Wilhelm_II_of_Germany.jpg|thumb|right|200px|Wilhelm II ([[1859]]-[[1941]]). [[Týskland|Týskur]] [[keisari]] [[1888]]-[[1918]]. Tann seinasti á [[Týskland|týsku]] trónuni.]]
'''Wilhelm II''' ([[27. januar]] [[1859]] – [[4. juni]] [[1941]]) var [[Týskland|týskur]] [[keisari]], og var [[Preussen|proysiskur]] kongur [[1888]]-[[1918]]. Tann [[27. januar]] [[1859]] var seinasti [[Týskland|týski]] [[keisari]]n, Wilhelm II, borin í heim. Føðingin var ikki uttan trupulleikar, og hóast har vóru bæði jarðamøður, [[Týskland|týskir]] og [[Stóra Bretland|enskir]] læknar til staðar, bíðaðu tey til síðstu løtu at hjálpa til við burðinum. Í verðina kom tann lítli prinsurin við einum lamnum armi – eitt brek, ið hann bar bæði sum barn og tilkomin. Ikki ein forðing kortini tá talan var um vald og mæti.
 
Barnaár Wilhelms vóru serstøk. Og helst einki undatak, tí tað munnu tey helst hava verið hjá flestu børnum í slíkum mæti. Prinsurin fekk lærdóm og uppaling hjá einum ógvuliga striksum húslærara, sum ikki einans gav bókligan lærdóm, men eisini royndi at lekja lamna armin. Og tað fór ikki altíð tespiliga fram fram. Ein vavstur av venjingum, heilivági og pátrúgv. M.a. kann nevnast, at prinsurin hvønn dag skuldi stinga armin inn í eina nýfletta kanin.
Linja 6:
Wilhelm fær útbúgving sum heryvirmaður og verður vandur saman við hinum meinigu hermonnunum. Og tað var ikki lætt, tá ein er smádrongur um tíggju ára aldur. Sjálvsálitið var ikki stórt heldur orsakað av viðfødda brekinum og haraftrat gremjing frá móðurini, at tað skuldi vera hon, sum hevði sett hann í verðina. – Hann fekk seinni eisini lærdóm í rættar- og samfelagsvísindi. Wilhelm giftist í [[1881]] við [[Augustu Victoriu]] av [[Slesvík-Holstein-Sønderborg-Augustenborg]]. Hon var dóttir [[Ernst Günther hertoga]], sum var við at íbirta [[slesvíkska-holsteinska kríggið]] í [[1848]]. [[Týskland|Týsku]] [[Keisari|keisararnir]] eins og onnur kongs- og fúrstahús í [[Evropa]] vóru av [[Hohenzollern]]-ættini.
 
Í [[1888]] doyr [[Wilhelm I1. kongur av Preussen, týskur keisari|Wilhelm keisari I]], ið var abbi Wilhelm II. Faðirin, [[Fríðrikur 3. kongur av Preussen, týskur keisari|Friedrich III]], verður nýggjur [[Týskland|týskur]] [[keisari]]. Men [[FriedrichFríðrikur III3. kongur av Preussen, týskur keisari|Friedrich]] var heilsuveikur. Hann hevði krabbamein í barkanum. Og hóast vermóðirin, [[Victoria drotning]] í [[Stóra Bretland|Bretlandi]], royndi at hjálpa honum við sínum kønastu læknum, doyr hann eftir einans 9 mánaðir á trónuni.
 
Wilhelm II setist á trónuna í [[1888]] sum [[keisari]] av [[Týskland]]i og kongur av [[ProysenPreussen]]. Henda stjórnartíðin var nógv merkt av politikkinum hjá [[Otto von Bismarck]], kanslara – bæði innanríkis og uttanríkis. Men Wilhelm [[keisari]] skúgvar hann til viks og heldur seg vera føran fyri at ráða einsamallan. Ein kend tekning lýsir hesi viðurskiftini: »Loðsurin leggur frá borði«. Loðsurin er Bismarck. Fram á lúnningina hellir seg kapteynurin – [[keisari]]n sjálvur. Hetta gekk tó ikki sum fótur í hosu hjá Wilhelm. Fleiri mistøk vórðu gjørd, men tað, sum bjargaði [[Týskland]]i, var at ídnaðurin var í stórari menning um hetta mundið.
Tað, sum fólk mintust Wilhelm best fyri, var stremban hansara eftir at menna og nýtíðargera [[Týskland|týska]] herflotan. [[Ongland]] var tað landið, sum ráddi á heimsins høvum, men Wilhelm vildi, at [[Týskland]] skuldi vera fremri. Og haraftrat hava fleiri [[Hjáland|hjálond]] enn [[Ongland]]. Sum heild metti Wilhelm [[Ongland]] vera tann kappingarneytan, ið tað ráddi mest um at vinna á. Hetta hóast hann hámetti [[Ongland]] og ofta vitjaði skyldfólkini í [[Stóra Bretland|enska]] kongshúsinum. [[Victoria drotning]] var omma hansara.
 
Linja 17:
[[Bólkur:Føðingar í 1859]]
[[Bólkur:Andlát í 1941]]
[[Bólkur:Proysiskir kongar]]
[[Bólkur:Týskir keisarar]]
[[Bólkur:Fyrri heimsbardagi]]