Munurin millum rættingarnar hjá "Árni Dahl"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Árni Dahl and Bjørn Kalsø 2014.JPG|thumb|Árni Dahl varð heiðraður við [[Mentanarvirðisløn Landsins|Heiðursgávu landsins]] 2013 hin [[15. januar]] [[2014]] í Stóra Pakkhúsi í Vági.]]
'''Árni Dahl''' (føddur [[31. juli]] [[1946]] í [[Funningsfjørður|Funningsfirði]]) er ein føroyskur rithøvundur, lærari, týðari og blaðstjóri. Hevur frá 1978 staðið fyri forlagnum ''Fannir'', ið frá stovningardegnum hevur givið út o.u. 100 bøkur.<ref>[http://www.rit.fo/support rit.fo]</ref> Í 1996 var hann heiðraður við [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] fyri annað mentanarligt avrik, og í 2014 var hann heiðraður við [[Mentanarvirðisløn Landsins|Heiðursgávu landsins]].
 
== Lívsleið ==
Linja 7:
Foreldur hansara vóru Jacobina (Bina) Dahl, f. Johannessen (1914-85) og [[Óli Dahl]] (1915-92) bæði úr [[Funningur|Funningi]]. Í 1969 giftist hann [[Marianna Debes Dahl|Marionnu Debes Dahl]], fødd Joensen, tey fingu børnini Tótu Árnadóttur, (fødd 1970) og Teit Árnason, (føddur 1972). Marianna er eisini rithøvundur.
 
Hann tók realprógv í Klaksvík í 1963, læraraprógv (málsliga deild) á [[Føroya Læraraskúli|Føroya Læraraskúla]] 1969. Hann tók ársskeið í føroyskum máli og bókmentum á [[Fróðskaparsetur Føroya|Fróðskaparsetri Føroya]] 1975-76, exam. art.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum 1977. Hann hevur starvast sum lærari á ymsum skúlum og hægri lærustovnum, á Venjingarskúlanum frá 1970-83, var tímalærari í nøkur ár á læraraskúlanum og fekk fast starv har í 1983, hann var tímalærari á Føroyamálsdeildini einstøk ár í áttitiárunum og á eftirútbúgvingarskeiðum frá 1980. Hann var lærugreinaráðgevi í føroyskum á landsmiðstøðini 1989-92 og 1993-94.
 
=== Blaðstjóri og álitisstørv ===