Munurin millum rættingarnar hjá "Evropeiska Samveldið"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 10:
| fullveldi = <!-- NaN -->
| løgmaður_heitið = Evroparáðið
| løgmaður = Herman[[Charles Van RompuyMichel]]
| forseti_heitið = Evropatingið
| forseti = Martin[[David SchulzSassoli]]
| vídd = 4&#8239;324&#8239;782
| vatn = 3,08%
Linja 29:
'''ES''' er stytting fyri '''Evropasamveldið''' ella '''Evropeiska samveldið'''<ref name="kelda-1"/>, á [[Danskt mál|donskum]] og flestu evropeiskum málum verður brúkt styttingin ''EU'', stytting fyri ''Europæiske Union'' ella ''European Union'', er eitt samveldi í [[Evropa]]. Hugsanin um at stovna eitt samveldi í Evropa kom upp eftir [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]], tí evropeisku londini hildu hetta vera einastu leið at sleppa undan fleiri kríggjum í heimspartinum. Felagsskapurin, ið upprunaliga æt EEC (stytting fyri Búskaparligi Felagsmarknaður Evropa), hevur skipað øll limalondini sum ein marknað. Vøra, tænastur og arbeiðsmegi hava frítt at fara limalandanna millum. ES skipar seg nú sum búskaparligt samveldi við einum gjaldoyra, [[Evra|evru]], í øllum londunum. Ein onnur framtíðarhugsjón er ES sum politiskt samveldi. Tað vóru tey seks londini, [[Frakland]], [[Luksemborg]], [[Belgia]], [[Niðurlond]], [[Vesturtýskland]] og [[Italia]], sum stovnaðu henda felagsskap í [[Róm]] í Italia í 1957, og tí verður sjálvur sáttmálin nevndur Rómsáttmálin. Í 1973 komu [[Stóra Bretland]], [[Danmark]] og [[Írland (land)|Írland]] uppí, í 1981 [[Grikkaland]], í 1986 [[Spania]] og [[Portugal]] og um ársskiftið 1995 [[Svøríki]] og [[Finnland]]. [[Føroyar]] eru ikki við, men hava serligan sáttmála við ES. Sama er við til dømis [[Ísland]]i, [[Sveis]] og [[Noreg]]i. [[Grønland]] fylgdi Danmørk inn í ES. Tá ið Grønland fekk heimastýri, vórðu viðurskiftini við ES endurskoðað, og Grønland segði seg úr felagsskapinum. Eftir broytingarnar í [[Eysturevropa]] seinastu árini, vilja nógv av teimum londunum sleppa upp í Evropasamveldið, og summi hava longu søkt um limaskap. Efir at limalondin góðtóku Maastricht-sáttmálan í 1993, er lagt upp til nógv meira víðfevnandi samstarv enn upprunaliga ætlað.
 
Í 2014 vóru 28 lond í ES, fólkatalið 506 mió. og í vídd umleið 4,38 mió. km<sup>2</sup>. Tá ið [[Japan]] er frá, er ongastaðni so nógv fólk á hvørjum km<sup>2</sup> sum í ES. 24 almenn mál eru í ES og fleiri óalmenn mál. ES-londini eru [[ídnaðarlond]] burturav og nógv ríkari enn lond flest. Tað er aðalmál ES at gera eitt Evropa við ongum landamørkum, har vøra og peningur hava frítt at fara. Í ES- og EBS-londunum hava vørur, tænastur, fólk og kapitalur frítt at fara. Hesi “fýra frælsini” gera tað lættari at virka. Føroyar hava ein handilssáttmála, sum gevur ávísum fiskavørum at kalla fría atgongd til ES marknaðin. Mangt og mikið snýr seg um pening, men ES er meira enn tað. Samstarv er á nógvum økjum: vísindi, handil, umhvørvi, undirvísing og uttanríkispolitikkur er nøkur dømi. Nógv halda, at ES er stigið fram ímóti sameindu tjóðum Evropa, við felags [[gjaldoyra]] og eisini felags verju og løgreglu.
 
== Søga ==