Munurin millum rættingarnar hjá "Kaj Leo Holm Johannesen"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 21:
 
=== Tollmálið ===
Í desember 2013, stutt fyri jól, var varpaðu føroyskir fjølmiðlar ljós á fíggjarmálaráðharran, [[Jørgen Niclasen]], úr Fólkaflokkinum frá tíðini frá 1989 og fyrst í 1990-árunum, meðan hann var stjóri í fyritøkuni P/F N. Niclasen. Sambært skjølum, ið miðlarnir løgdu fram, hevði virkið hjá Jøgeni Niclasen tikið vøru út úr einari tollgoymslu sum ikki var tollað og selt hana ótollaða og harvið snýtt landskassan fyri fleiri hundraðtúsund krónur. Fyritøkan hevði havt ein tollkreditt sum varð uppsagdur, men helt tó fram við at selja ótollaðar vørur. Jørgen Niclasen vísti øllum ákærum aftur.<ref>[http://jn.fo/jorgen+niclasen+visir+aftur+at+hann+hevur+snytt+i+tolli.html jn.fo, "Jørgen Niclasen vísir aftur, at hann hevur snýtt í tolli", Tíðindaskrivið er skrivað av Jørgeni Niclasen]</ref> Kaj Leo Holm Johannesen stuðlaði tó sínum fíggjarmálaráðharra og segði at hann hevði fult álit á honum.<ref>[http://aktuelt.fo/logmadur+fult+alit+a+jorgeni+niclasen.html aktuelt.fo, Løgmaður fult álit á Jørgeni Niclasen, skrivað hevur Georg L. Petersen hin 20. des. 2013.]</ref><ref>[http://kvf.fo/greinar/2014/05/28/logmadur-hevur-fult-alit-jorgen-nicalsen kvf.fo, Løgmaður hevur fult álit á Jørgeni Niclasen]</ref> Tað gjørdi hann eisini tann 28. mai 2014, tá ið andstøðan setti fram misálit á Jørgen Niclasen. Løgmaður var staddur í Íslandi og haganihaðani gav hann flokkinum boð um at atkvøða ímóti misálitinum. Tá ið avtornaði vóru tað tveir sambandstingmenn, [[Reimund Langgaard]] og [[Helgi Abrahamsen]], ið atkvøddu fyri uppskotinum frá andstøðuni, tað sama gjørdi [[Jenis av Rana]], formaður Miðfloksins, ið eisini var við í samgonguni. Løgmaður fekk ein trupulleika og kom undir stórt trýst, tá tveir av hansara floksfeløgunum gjørdu ímóti boðum hansara og í staðin atkvøddu eftir teirra egnu sannføring. Aðrar kritiskar røddir vóru eisini frammi úr Sambandsflokkinum, eitt nú Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinna, løgtingskvinna og fólkatingslimur Sambandsfloksins, sum hin 10. februar 2014 meldaði seg úr Sambandsflokkinum orsakað av at hon var ónøgd við, at Sambandsflokkurin góðtók, at ein landsstýrismaður, ið hevði snýtt í tolli, slapp at vera sitandi sum landsstýrismaður. Hin 28. mai eftir atkvøðugreiðsluna um misálitið á Jørgen Niclasen segði [[Lisbeth L. Petersen]], at hon helt tað var gott fyri Sambandsflokkin, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard valdu ikki at fylgja boðunum frá løgmanni.<ref>[http://www.in.fo/news-detail/news/folkid-einki-alit-longur/ in.fo, "– Fólkið einki álit longur", skrivað hevur Barbara Holm, hin 28. mai 2014.]</ref>
 
== Lívsleið innan ítrótt ==