Munurin millum rættingarnar hjá "Jacob Vestergaard"

Content deleted Content added
mynd
Benadikt (kjak | íkøst)
s "føddur á", ikki "føddur av"
Linja 36:
|spouse = Sólfríð Vestergaard
}}
'''Jacob Vestergaard''' (føddur [[7. apríl]] [[1961]] avá [[Akrar|Økrum]]) er [[Føroyar|føroyskur]] politikari, valdur á [[Føroya Løgting]] í [[2008]] og fekk tá flestar atvøður í flokki sínum [[Fólkaflokkurin|Fólkaflokkinum]]. Hann var borgarstjóri í Sumbiar kommunu í tíðarskeiðnum 1. januar 1993 til februar 2003 og so aftur frá 1. januar 2004 og árið út. Hann var formaður í [[Føroya Kommunufelag]] 2001–2003. Jacob er útbúgvin løgreglumaður (politistur). Hann var [[Fiskimálaráðharrar í Føroyum|fiskimálaráðharri]] 2003-04, innlendismálaráðharri 2005-07, bleiv koyrdur eftir at hann hevði flutt [[Strandfaraskip Landsins]] til [[Suðuroy]]nna. Hann var aftur [[Fiskimálaráðharrar í Føroyum|fiskimálaráðharri]] 2008-2011. Til løgtingsvalið 29. oktober 2011 fekk Jacob 1047 atkvøður, og flokkurin kom aftur í samgongu. Flokkurin fekk eisini fiskivinnumál at umsita. Jacob Vestergaard fekk tó ongan ráðharrasess, tá landsstýrissessirnir vóru býttir, í staðin gjørdist [[Jákup Mikkelsen]] fiskimálaráðharri.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/jacob_vestergaard_og_bjarni_djurholm_vrakadir Aktuelt.fo, Jacob Vestergaard og Bjarni Djurholm vrakaðir]</ref> Trupulleikar vóru við gegni hjá Jákup Mikkelsen, tí hann er svágur ein av størstu reiðarunum í [[Føroyar|Føroyum]], [[Hanus Hansen]]. Tað var nógv kjak um ógegni hjá Jákup Mikkelsen í føroysku fjølmiðlunum, og tað endaði við, at løgmaður, [[Kaj Leo Johannesen]] segði landsstýrismannin úr starvi hin [[15. februar]] [[2012]], og seinni sama dag gjørdist tað alment, at Jacob Vestergaard fór at taka við starvinum sum fiskimálaráðharri kl. 10 hin [[16. februar]] 2012.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/jacob_vestergaard_nyggjur_fiskimalardharri Aktuelt.fo, Jacob Vestergaard nýggjur fiskimálaráðharri]</ref>
 
== Politisk lívsleið ==