Munurin millum rættingarnar hjá "Fuglafjørður"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
→‎Handilslív: Stavivilla rættað; "lat" er boðsháttur, tátíð eitur "læt".
Terjibeder (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 59:
 
=== Handilslív ===
Handilin [[niðri í Støð]] byrjaði í [[1887]], tá ið [[Sámal Petur Petersen]] ([[Gamli Sámal Petur]]) av [[Miðgerði]] í [[Kollafjørður|Kollafirði]] kom til Fuglafjørð at reka handilin og fyritøkuna [[S. P. Petersen]]. Handilin var í tí húsinum, sum vit í dag kenna sum [[Piddashandil|Piddasahandil]]. Í 1890unum hevði hann longu ognað sær fleiri fiskiskip og fiskastykkir, og í [[1910]] var virksemið økt somikið, at hann læt handilin útbyggja við einum goymslubygningi. Goymslubygningurin er tann parturin av Piddasahandli, sum vit kenna sum [[Ribarhús]], og sum fekk eyknevnið eftir einum av skipunum hjá [[S. P. Petersen]]. Í 1920unum gekst fyritøkuni verri, og sum Gamli Sámal Petur hevði hug at gevast, tók elsti sonurin Piddi (Hann æt eisini Sámal Petur) yvir virksemið<ref>{{Cite web|url=https://ribarhus.fo/soegan-um-husid-og-bygningin/|title=Søgan um húsið og bygningin|last=|first=|date=|website=|publisher=Ribarhús|accessdate=}}</ref>.
 
==== Gjaldoyra í Fuglafirði, S. P. Petersens Eftf ====
Í Fuglafirði, eins og í [[Klaksvík]], hevur man havt sítt egna privata gjaldoyra um sama mundi, í árunum [[1929]] - [[1933]]. Í Fuglafirði var talan um pengar, knýttir at [[S. P. Petersen]], meðan pengarnir í Klaksvík hoyrdu til [[J. F. Kjølbro]]. Annað gjaldoyra hevur eisini verið frammanundan í [[1846]], sum vóru pengar frá [[C. F. Simens]]<ref>{{Cite web|url=https://www.danskmoent.dk/soemod/po/po5.htm#island|title=Poletter & Pengetegn i Danmark siden stenalderen og indtil omkring 1960, 1. del, Tegn indtil 1875|last=Sømod|first=Jørgen|date=|website=|publisher=Danskemønt.dk|accessdate=28-09-2020}}</ref>.
 
Í [[1929]] vóru pengar ein mangulvøra. Tað var ringt at fáa pengar frá bankunum og reiðaríð bíðaðu ofta leingi eftir útlendskum pengum. Haraftrat var tað eisini soleiðis í 1929, at arbeiðstakarar ofta keyptu vøru frá arbeiðsgevarunum. Hetta elvdi til eina kreditskipan, har arbeiðstakarar kundu skriva uppá fyritøkuna, og soleiðis keypa, uttan at hava reiðan pening. Hendan skipanin virkaði soleiðis, at fyritøkan bókaði á einari konto, og arbeiðstakarin hevði eina kontrabók, soleiðis at bæði fyritøka og arbeiðari kundu bókføra keypini, til tá ið hesi skuldu gerast upp<ref name=":7" />. Hendan loysnin riggaði tó ikki so væl sum ætlað, tí stundum passaðu tølini ikki millum bókingarnar hjá fyritøkuni og bókingarnar hjá fólkinum, og tað var m.a. av hesi orsøk, at fyritøkan [[S.P. Petersen]] fór undir at framleiða privatar pengar, sum kundu brúkast sum valuta í fyritøkuni og harvið avloysa kreditskipanina<ref name=":7">{{Cite web|url=https://www.danskmoent.dk/artikler/privfugl.htm|title=Lidt om S. P. Petersens Eftf.’s private mønter|last=Petersen|first=Petur Martin|date=1999|website=|publisher=danskmønt.dk|accessdate=28-09-2020}}</ref>.
 
Pengarnir hjá S. P. Petersen vóru úr messing og framleiddir í [[Spania]] av einari fyritøku, sum gjørdi myntir til spæliautomatir. Teir vóru blankir á aðrari síðuni, meðan tekstur var graveraður á hinari, og vóru myntirnir í ymiskum støddum og skapum. Hetta (graveringin) varð gjørt, fyri betri at kunna skyna mun á pengunum hjá gomlum, og blindum og brúkarum annars.
 
Í [[1933]] vóru pengarnir burturbeindir av donskum mynduleikum, eftir kravi frá [[Den Danske Nationalbank|danska nationalbankanum]].<ref>{{Cite web|url=https://www.danskmoent.dk/sps.htm|title=S.P. Petersen|last=|first=|date=|website=Danskmønt.dk|publisher=|accessdate=28-09-2020}}</ref>