Munurin millum rættingarnar hjá "Skotland"

Content deleted Content added
No edit summary
Merkir: Reverted Mobilskriving Mobil alnótrætting
No edit summary
Merkir: Reverted Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 1:
== Søga ==
''Høvuðsgrein: [[Skotlands søga]].''
 
Seinast í [[830-árini|830-árunum]] var Skotland fleiri kongsríki, ímillum vóru teirra [[Piktar|piktaríkini]] fyri eystan og norðan og [[Dalriada]] fyri vestan. Kongurin í Dalriada æt [[Kenneth I skotakongur|Kenneth Mac Alpin]]. Hann setti sær fyri at savna Skotland í eitt ríki, so at teir betur kundu verja seg fyri [[Víkingur|víkingum]]. Í 841 rak hann víkingarnar úr Dalariada, síðan gjørdi hann innrás í [[Piktar|piktaríkini]] og rak víkingarnar burtur hiðan. Í 843 gjørdist hann kongur yvir piktum. Fyri vestan bardust Rhoderi Mikli, prinsur av [[Gwynedd]] við víkingar og [[Ongland|enskar]] herdeildir, sigraði á teimum og fekk valdið í meginpartinum av [[Wales]]. Tá ið [[Kenneth I skotakongur|Kenneth Mac Alpin]] doyði í 85, var hann einavaldsharri í nýggja kongsríkinum [[Skotia]] norðan fyri ánna [[Forthá|Forth]].
 
Alt frá tíðliga í [[11. øld]] høvdu [[Ongland|enskir]] kongar verið grammir eftir at leggja Skotland undir seg. Í [[1296]] sigraði [[Edward 1.]] (1239-1307) á skotska herinum og tók ræðið í Skotlandi. Tá ið Edward 1. doyði í [[1307]], legði [[Robert Bruce]] (1274-1329), sum var ein av teimum, ið kravdi skotsku krúnuna, til brots at reka [[Ongland|onglendingar]] úr Skotlandi. Hann tók nógvar borgir og gjørdi slyálop á enskar herdeildir, og í [[1314]] møtti hann umsíðir enska herinum við Edwardi 2. (1284-1327)) á odda við [[Bannockburn]] mitt í Skotlandi. Skotski herurin vann, og Skotland varð frælst í meira enn 300 ár, hóast tað liðu nøkur ár, áðrenn [[Ongland]] formliga viðurkendi tað.
 
[[1. mai]] [[1707]] varð skotskt fullveldi avtikið við [[Sameiningarsáttmálin 1707|Sameiningarsáttmálanum 1707]], tá ið [[Ongland]] og Skotland vórðu løgd saman í [[Stóra Bretland|Kongsríki stóra Bretlands]].
 
Í [[1997]] gjørdi fólkaatkvøða av, at skotska tjóðartingið skuldi endurreisast, og at Skotland skuldi fáa heimastýri. Við sonevndu [[Skotlandslógin]]i varð hetta sett í verk, og skotar sluppu fyrstu ferð síðani sameiningina í [[1707]] at velja tjóðarting í [[1999]].
 
== Politikkur ==
''Høvuðsgrein: [[Skotskur politikkur]].''