Munurin millum rættingarnar hjá "Gunnar Hoydal"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
s deyður 15. apríl
Linja 1:
'''Gunnar Hoydal''' (føddur [[12. september]] [[1941]] í [[Keypmannahavn]], deyður [[15. apríl]] [[2021]]) varð føddur í [[Keypmannahavn]] í [[1941]], men vaks upp í [[Klaksvík]] og í [[Tórshavn|Havn]]. Hann fór ungur til [[Danmark]]ar at ganga í skúla, og í [[1967]] var hann útbúgvin arkitektur. Í [[1972]] var hann settur í starv sum býararkitektur í [[Tórshavn]], og røkti hann hetta starv í mong ár. Gunnar hevur skrivað og givið út yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, leikir, ferðafrásagnir, listabøkur, ritroyndir og sangir, sum systirin [[Annika Hoydal]] syngur. Evnisvalið spennir víða – frá tí kensluborna til tað satiriska, frá tí persónliga til tað samfelagsliga. Gunnar hevur verið sera virkin á mentanarøkinum. M.a. hevur hann verið formaður í [[Rithøvundafelag Føroya]], formaður í [[Listafólkasambandinum]] (LISA), limur í [[Mentanargrunnur Løgtingsins|Mentunargrunni Løgtingsins]], formaður í [[Fjølrit]]i og [[Arkitektafelag Føroya]]. Umframt at skriva hevur hann eisini týtt útlendskar bókmentir til føroyskt. Í 2011 kom bókin Huckleberry Finn eftir [[Mark Twain]] út á føroyskum, Gunnar hevði týtt til føroyskt.
 
* [[1972]] Settur sum býararkitektur í [[Tórshavn|Havn]].