Munurin millum rættingarnar hjá "Varðin Pelagic"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 4:
Varðin Pelagic framleiðir fýra sløg av fiski, [[Makrelur|makrel]], [[sild]], [[Svartkjaftur|svartkjaft]] og [[Lodna|lodnu]]. Veiðitíðin fyri hesi fiskasløgini er vanliga frá [[august]] til [[februar]], og tá er sera nógv at gera. Restina av árinum er lítið virksemi á virkinum. Flestu árini hevur makrelur verið umleið helvtin av rávøruni, tínæst sild, svartkjaftur og lodna.
 
Varðin Pelagic keypir mest inn frá sínum egnu skipum. Tað meta teir vera eitt gott samstarv, ið eisini tryggjar góðskuna. Skipini hava fingið [[MSC-góðkenning]], og hetta hevur nógv at týða í veiðu-, framleiðslu- og søluliðnum. Fiskurin er feskur, í mesta lagi tveir dagar gamal, tá ið hann verður framleiddur. Fiskurin verður beinanvegin køldur niður, og er hitin alla tíðina minus -1,5 grad°C. Hetta er fyri at tryggja góðskuna.
 
Framleiðslan á virkinum gongur soleiðis fyri seg, at fiskurin verður pumpaður inn úr tangunum á skipunum í eitt móttøkukar. Har verður fiskurin vigaður og síðani flokkaður í støddir. Fiskurin verður skorin til flak/avhøvdaður ella heilfrystur. Fiskurin verður síðani pakkaður í portiónir, sum í flestu førum eru 12,5 kg. Tað verður síðani fryst, pakkað, sett á plattar og koyrt í goymsluna.
Linja 50:
Verjuskipini [[Tjaldrið (vaktarskip)|Tjaldrið]] og [[Brimil (vaktarskip)|Brimil]] spulaðu við fullari orku á virkið í meira enn eitt døgn, meðan sløkkiliðsbilar vórðu boðsendir úr [[Tórshavn]] fyri at fara til [[Suðuroy|Suðuroyar]] at hjálpa til. Fólk, ið búðu tættast við Varðan Pelagic, sluppu ikki til hús fyrr enn dagin eftir eldsbrunan.<ref>http://www.in.fo/news-detail/eitt-ar-sidani-vardin-pelagic-brendi/</ref><ref>http://nyheder.tv2.dk/udland/2017-06-09-faeroeske-bygder-evakueret-efter-storbrand</ref><ref>https://www.vaga.fo/kommuna/tidindi/vardin-pelagic/</ref><ref>http://kvf.fo/greinar/2017/06/10/trygt-fara-heimaftur</ref> Fleiri av fólkunum, ið vóru evakueraði, vóru flutt til [[Miðnámsskúlin í Suðuroy|Miðnámsskúlan]], ið liggur sunnanfyri Hovstunnilin.<ref>http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/09/20170609savnadustruntoynna</ref> Skúlabørnini í [[Tvøroyrar skúli|Tvøroyrar skúla]] vóru flutt við bussum til [[Hvalba]].<ref>http://kvf.fo/greinar/2017/06/09/drekkid-ikki-vatnid-tvoroyri</ref><ref>http://portal.fo/tilbugvingaraetlanin+hja+skulanum+riggadi+i+storan+mun.html</ref> Dagin eftir gingu enn vaktir um økið at tryggja at ongin óviðkomandi fór inn á økið, tí bygningarnir stóðu til at rapa.<ref>http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/06/11/dalet-export-1141757</ref>
 
600 tons av virkaðum fiski var í frystigoymsluni, ið ikki tók skaða av brunanum. Hetta var flutt umborð á frystiskip. Meginparturin av fiskinum var longu seldur til [[Russland|Russlands]]s og [[Danmark|Danmarkar]]ar.<ref>http://kvf.fo/greinar/2017/06/11/frystigoymslan-ongan-skada</ref>
 
Kanningararbeiði fór í gongd beinaveg at nágreina hví eldurin uppstóð.<ref>http://kvf.fo/greinar/2017/06/10/kanningarnar-byrjadar</ref> Løgreglan kom fram ti tí niðurstøðu at ikki var møguligt at nágreina hvør orsøkin var. Staðfest var at eldurin uppstóð í økinum, ið var brúkt til pakking. Sveisiarbeiði við [[CO2koldioxid|CO<sub>2</sub>]] hevði verið á staðnum, men mett var at arbeiðið var farið rætt fram og eftir galdandi forskriftum. Elektriska skipanin var so mikið illa farin, at ikki var møguligt at staðfesta nøkur brek.<ref>http://www.oyggjatidindi.com/tidindaskriv+vardin+pelagic+tvoroyri.html</ref><ref>http://www.mynewsdesk.com/fo/faeroeernes-politi/pressreleases/tidindaskriv-vardin-pelagic-tvoeroyri-2025501</ref><ref>http://kvf.fo/greinar/2017/07/02/ikki-greitt-hvi-eldur-kom-i-vardan-pelagic</ref> Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, ásannaði, at ongin ávaringar- og sprinkliskipan var í framleiðsluhøllini, og tí tók tað stutta tíð áðrenntil virkið stóð í ljósum loga.<ref>http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/13/20170613kanningskalstadfestatrygging</ref>
 
=== Avleiðingar ===