Munurin millum rættingarnar hjá "Marxisma"

Content deleted Content added
Tak burtur versjón 342501 hjá Ah3kal (kjak) it isn't spam
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Marx_and_Engels.jpg|thumb|right|250px|[[Karl Marx]] og [[Friedrich Engels]].]]
'''Marxisma''' er ein [[politisk hugsjón]] og [[heimspeki]], sum er grundað á hugsanirnar hjá [[Karl Marx]] (1818-1883) og [[Friedrich Engels]] (1820-1895). Marx er faðirin at marxismuni. Hann var hugtikin av [[Georg W. F. Hegel]] (1770 -1831) og tók hansara dialektisku søgufatan til sín, men broytti hana til eina materialistiska søgufatan. Í henni blíva trý hugtøk sentral: framleiðsluorka, framleiðsluviðurskifti og framleiðsluhættir. Framleiðsluorkan er tann vitan ella evni, sum menniskja hevur at framleiða, framleiðsluviðurskifti eru tey sosialu viðurskiftini ímillum teir ymisku klassarnar, og framleiðsluhættirnir eru samanrenningin av hesum. Tá ið framleiðsluviðurskiftini ella teir ymisku sosialu klassarnir ikki longur menna framleiðsluorkuna, uppstendur kollveltingin. Endamálið í marxismuni sæst best í Kommunistiska manifestinum frá 1848.
 
Hugtakið meirvirði lænti Karl Marx partvís frá [[Adam Smith]] (1723-1790). Adam Smith hevði eina arbeiðsvirðisteori um, at samlaða nøgdin av arbeiði, sum varð løgd í eina vøru, var virðið í henni. Karl Marx flutti hetta til sín og segði, at forholdið millum virkiseigarin og arbeiðaran er grundleggjandi fyri kapitalistisku skipanina. Kapitaleigarin kemur við framleiðslugøgnum og rávøru og framleiðir við hjálp frá arbeiðaranum eina liðugtvøru. Prísmunurin á liðugtvøruni og rávøruni er meirvirðið, og hetta skapar arbeiðarin. Marx hevði eitt ambivalent forhold til kapitalin. Hann helt, at ídnaðarkollveltingin var eitt stórt framstig í mun til samfelagið og helt, at [[Kapitalisma|kapitalistiska skipanin]] var dynamisk og búskaparliga mennandi. Sambært Karl Marx er tað júst dialektiska sambandið millum kapitalistin og arbeiðaran, sum er drívmegin í kapitalismuni. Hon byggir á „a class struggle between the opressor and the oppressed”. Tann kúgaði er arbeiðarin, og hann, ið kúgar, er kapitalisturin, sum eigur framleiðslutólini. Ein avgerandi atfinning hjá Marx at kapitalismuni er, at kapitalisturin er rationellur, meðan sjálv kapitalistiska skipanin ikki er tað. Tann harða kappingin ger, at tann einstaki kapitalisturin má spara, gera íløgur og akkumulera sínar ognir.