Munurin millum rættingarnar hjá "Jákup Eli Joensen"

Content deleted Content added
Tak burtur versjón 364249 hjá Ruttybtikstreut (kjak) Herverk !
Merki: Undo
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Jakup Eli Joensen 2013 in Sumba.JPG|250px|thumbnail|Jákup Eli Joensen syngur á Mentanarstevnuni í [[Sumba]] í juni 2013.]]
'''Jákup Eli Joensen''' (føddur [[19. november]] [[1982]]) er ein føroyskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann er ættaður úr [[Sumba]], men hevur búð í [[Tórshavn|Havn]] síðan hann var tannáringur. Jákup Eli hevur Aspergers syndrom. Hansara stóri áhugi er tónleikur. Í 2011 gav hann út fløguna [[Kom við mer]], og ein av sangunum, [[Vanja (sangur)|Vanja]], gjørdist landaplága í Føroyum tað árið. Við ársenda varð sangurin tilnevndur Ársins sangur til [[Planet Awards 2011]], sum er eitt afturvendandi tónleikatiltak, sum Miðlahúsið skipar fyri. Sangurin Vanja var tilnevndur saman við 4 øðrum sangum, m.a. einum hjá [[Páll Finnur Páll]] og einum hjá nýggja bólkinum [[Glóð]]. Tað gjørdist sangurin hjá Jákupi Eli, Vanja, sum vann eina planet heiðursløn til í bólkinum ''Ársins sangur''. Jákup Eli fær íblástur til sín tónleik frá tónleikabólkinum [[Páll Finnur Páll]], segði hann við morgunsendingina Summarmorgun 24. august 2011.<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/08/24/Kom%20vi%C3%B0%20mer Kringvarp.fo, Kom við mer, Jákup Eli spælir beinleiðis í útvarpsstovuni]</ref> Jákup Eli framførdi á [[Summarfestivalurin|Summarfestivalinum]] í 2012 á Føroya Tele pallinum.<ref>[http://www.summarfestivalur.fo/wb/pages/posts/h3her-er-skrainh3282.php Summarfestivalur.fo, Her er skráin, Summar Festivalurin 2012]</ref>
Í august 2012 hevur ein nýggjur føroyskur tónleikabólkur [[All-in]] útgivið sangin Vanja í einari heilt aðrari versjón, enn tann upprunaliga hjá Jákup Eli, men tó við sama lagi. Tað eru fleiri sangarar, sum syngja sangin, og teir hava eisini gjørt ein video til sangin. Alt hetta er gjørt í samráð við Jákup Eli, sum eigur bæði orð og lag á sanginum Vanja. Teir fýra í dreingjabólkinum (Boy-Band) eru: Terji Djurhuus, Jóannes Lamhauge, Ólavur á Váli og Dánjal Gomez Gudjónsson.<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/08/23/nytt-sjonbandalag-vid-dreingjabolkinum Kringvarp.fo, Video: »Vanja« í endurinnspæling hjá dreingjabólki]</ref>