Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Jacob Jacobsen"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
link to Rithøvundur (writer)
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 14:
}}
 
'''Hans Jacob Jacobsen''' (skaldanavn '''Heðin Brú''') varð føddur í [[Skálavík]] [[17. august]] [[1901]]. Andaðist [[18. mai]] [[1987]]. Hann hevur havt stóran týdning fyri føroyska bókmentasøgu og er [[rithøvundurin|Rithøvundur]] aftanfyri m.a. skemtiligu skaldsøguna ''[[Feðgar á ferð]]''. Eisini hevur hann skrivað ymiskar stuttsøgur.
 
Hans Jacob Jacobsen var á [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]] veturin [[1919]] - [[1920]], og haðani fór hann til Danmarkar á landbúnaðarskúla. Síðani arbeiddi hann nøkur ár á ymsum gørðum, og í [[1925]] fór hann á Landbúnaðarháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv sum búnaðarfrøðingur í [[1928]]. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, arbeiddi hann innan landbúnaðin, og í [[1942]] varð hann settur sum búnaðarráðgevi. Skrivingin, sum var byrjað í lestrarárunum í Danmark, var ítriv, hann hevði við síðuna av dagliga yrki sínum. Umframt skaldsøgur og stuttsøgusøvn týddi hann ein hóp av bókmentum til føroyskt.