Munurin millum rættingarnar hjá "Mánamánaður"

193 bytes løgd afturat ,  3 mánaðir síðan
s
13. mánamánaðurin
s (Bot: Migrating 11 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q591259 (translate me))
s (13. mánamánaðurin)
 
Mánamánaðirnir hava allir navn á føroyskum; teir eita allir ''-sól'', t.d. ''jólasól'', ''gøsól'', ''torrasól''. Hesi nøvn eru nú mestsum burturdottin.
 
* 1. mánamánaðurin eftir jól kallasteitur [[jólasól]]. Hon kann byrja í [[desember]] ella so seint sum 22. [[januar]]. Vit kunnu rokna 8. januar sum miðalár, men tað kann vera 14 dagar hvønn vegin (tað er á leið rætt).
* 2. mánamánaðurin eitur [[torrasól]] og byrjar upp til 14 dagar hvørju megin 6. [[februar]]. Hesin mánaður verður eisini kallaður [[í torra]] og er serliga góður til fisk. Torrafiskur er serliga góður og feitur fiskur.
* 3. mánamánaðurin eitur [[gøsól]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 8. [[mars]].
* 4. mánamánaðurin eitur [[vársól]] ella [[einmánasól]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 6. [[apríl]].
* 6. mánamánaðurin eitur [[summarsól]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 4. [[juni]].
* 7. mánamánaðurin eitur [[økusól]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 5. [[juli]].
* 8. mánamánaðurin kallasteitur [[í hoyna]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 4. [[august]].
* 9. mánamánaðurin kallasteitur [[í akurskurð]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 1. [[september]].
* 10. mánamánaðurin eitur [[skurðsól]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 1. [[oktober]].
* 11. mánamánaðurin eitur [[klippingsól]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 31. oktober
* 12. mánamánaðurin eitur [[vetrarsól]] og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 29. [[november]].
 
Teir tólv mánamánaðirnir eru gott 354 dagar tilsamans, meðan árið er gott 365 dagar. So umleið triðja hvørt ár er ein 13. máni, millumpartasól, sum er ímilum 1. og 2. mánamánaðin.
 
[[Bólkur:Stjørnufrøði]]
2.813

rættingar