Munurin millum rættingarnar hjá "Virginia"

Content deleted Content added
Linja 51:
[[Mynd:Surrender_of_Lord_Cornwallis.jpg|thumb|left|230px|Bretar geva seg undir við Yorktown.]]
[[Mynd:Map_of_Virginia_NA.png|thumb|right|290px|Kort.]]
Á vári í [[1781]], eftir bardagan ímillum [[USA|amerikansk]] og [[Stóra Bretland|bretsk]] herlið við [[Greensboro, North Carolina|Greensboro]] í [[North Carolina]], gav [[Charles Cornwallis]] herovasti hjá [[Stóra Bretland|bretsku]] herliðunum boð um at taka seg aftur til Virginia. George Washington lokkaði bretar í eina fellu við Yorktown. Sameind herdeild, mannað við fraklendingum og niðursetumonnum, fór úr New York at sameina seg við franska herovastan Lafayette (Gilbert du Motier, marquis de Lafayette) (1757–1834) við Yorktown. Ein franskur floti sigldi inn í Chesapeake Bay og niðan eftir Yorká. [[USA|Amerikanski]] herurin stongdi allar leiðir til [[Yorktown]], og [[Stóra Bretland|bretsku]] herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Bretar ásannaðu, at teir vórðu kringsettir úr øllum ættum og góvu seg undir. Í [[oktober]] gav Cornwallis seg upp í hendurnar á [[George Washington|Washington]] herovasta, og kríggið var av. Tá ið teir løgdu vápnini, staðfesti eitt ljómlið hjá amerikanska herinum bretska tapið við at spæla sangin "the World Turn Upside Down". Flestu menninir í gonguherliðunum í [[Frælsisbardaganum]] vóru í síðum, litføgrum reyðfrakkum. Fyri tað mesta vóru niðursetuhermenninir í bláum frakkum og bretarnir í reyðum, so [[Stóra Bretland|bretsku]] hermenninir vórðu nevndir ''reyðfrakkar''.
 
 
 
 
== Myndasavn ==