Munurin millum rættingarnar hjá "USA"

5 bytes løgd afturat ,  3 mánaðir síðan
Dagføring
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
(Dagføring)
 
 
=== Stjórnarskipan ===
[[Mynd:Donald_Trump_swearing_in_ceremonyPresident_Biden_taking_oath_of_office_(cropped).jpgpng|thumb|right|250px|[[DonaldJoe TrumpBiden]] er nummar 4546 í røðini av [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetum]], ið hava verið í USA. Hann bleiv valdur til forseta tann 203. januarnov. 20172020.]]
Valdið í USA kann býtast í tríggjar partar: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Hetta [[Valdstríbýti|tríbýtið]] av valdinum hevði stóra ávirkan á amerikanska grund­lógarsmíðið við [[James Madison]] á odda. Hugsanirnar hjá Montesquieu (1689-1755) og John Locke (1632-1704) vóru týdningarmikil íblást­rarkelda hjá amerikansku grundlógarsmiðunum. Amerikanska grundlógin staðfestir í Grein 1 tríbýtið av valdinum: ''All legislative Powers herein granted shall be vested in a Congress of the United States, which shall consist of a Senate and House of Representatives''. Lóggevandi valdið hevur tí [[Kongressin í USA|Kongressin]] við [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] og [[Senatið í USA|Senatið]], útinnandi valdið er í hondunum á [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetanum]], og dømandi valdið liggur hjá dómstólunum. Harumframt hevur amerikanska stjórnarskipanin eitt íborið vatnrætt valdsbýti millum samveldið og londini. Forsetin er ikki bundin av einum meiriluta í Kongressini. Tí er tað eisini ofta vanligt, at t.d. [[Republikanski Flokkurin|republikanarar]] hava meiriluta í Umboðsmannatinginum ella/og í Senatinum, meðan forsetin er [[Demokratiski Flokkurin|demokratur]]. Lóggevandi valdið, Kongressin, og útinnandi valdið, forsetin, eru beinleiðis vald av fólkinum, tí hava vøldini bæði sjálvstøðugan fólkaræðiligan legitimitet. Í Umboðsmannatinginum sita 435 umboð, og eru hesi deild út á statirnar í mun til fólkatalið í statinum. Valskeiðið í Umboðsmannatinginum er einans 2 ár, og verður alt Umboðsmannatingið endurvalt samstundis. Í Senatinum eru 100 umboð, har hvør av teimum 50 statunum hevur 2 umboð í part. Valskeiðið í Senatinum er 6 ár, men ein triðingur av hesum umboðum standa fyri vali 2. hvørt ár.
[[Mynd:United_States_Capitol_west_front_edit2.jpg|thumb|right|250px|Lóggávuvaldið er soleiðis háttað, at tað er deilt í tvey kømur: eitt Umboðsmannating og eitt Senat. Saman verða hesi kallað Kongressin.]]
Stýrismátin í USA er [[sambandslýðveldi]] við einum [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseta]] á odda. USA er eitt ríki samansett av fleiri ríkjum sum hvørt hevur ávíst sjálvræði í innanlandsmálum. Í USA ráða ríkini sjálv í sermálum, tey eru til dømis [[løgregla]], sjúkrahúsfyrisiting og vegakervi. Á odda fyri stýrinum í hvørjum ríki stendur ein guvernørur. Statirnir hava heimastýri við egnari stjórn og egnum [[Høvuðsstaður|høvuðsstaði]]. Fyrr vóru statirnir at kalla sjálvstøðugir, men síðan er meiri vald lagt undir samveldisstjórnina við forsetanum á odda. Felagsmál, sum sambandsstjórnin ræður fyri, eru til dømis uttanríkispolitikkur, verjumál og [[gjaldoyra]]. Á odda fyri stjórnini stendur ein forseti, sum verður valdur av øllum fólkinum. Stjórnin heldur til í [[Washington DC]], har forsetin og húski hansara búgva í [[Hvíta Húsið|Hvítu Húsunum]]. Forsetin er hægsti myndugleiki landsins, og hann verður valdur fjórða hvørt ár. [[DonaldJoe TrumpBiden]] úr [[New YorkDelaware]] er 4546. og núverandi forseti í USA. Hann hevur nógv persónligt vald, til dømis uttanríkisviðurskiftum viðvíkjandi. Í USA verður ikki valt eins og í [[Føroyum]], har fólk atkvøða fyri hvør sínum valevni. Amerikanarar hava tveir kandidatar at velja ímillum: umboðið hjá [[Demokratiski Flokkurin|Demokratiska flokkinum]] og umboðið hjá [[Republikanski Flokkurin|Republikanska flokkinum]].
 
Í USA verður ikki talað um einkultatkvøður, men heldur um samlaðu atkvøðurnar hjá hvørjum stati. Hvør statur hevur nevniliga eitt ávíst tal av valmonnum (á [[Enskt mál|enskum]] "'Electoral college'"), alt eftir hvussu nógvir íbúgvar eru í statinum – jú fleiri íbúgvar, jú fleiri valmenn. Tan lítli staturin, [[Vermont]], har 626 000 fólk búgva, hevur til dømis bara 3 valmenn, meðan tann fólkaríkasta staturin, [[Kalifornia]], hevur 55. Og gandatalið fyri at vinna valið er 270 atkvøður av teimum samlaðu 538. Klárar annað av valevnunum at koma uppá hetta talið, so er valið avgjørt. Tá so funnið er fram til, hvønn meirilutin í statinum atkvøðir fyri, hava hesir valmenninir skyldu til at atkvøða fyri tí valevninum á valdegnum. Hetta kann kallast fleirtalsval. Tað vil altso siga, at í øllum statum verða atkvøðurnar taldar saman, og tað forsetavaldømið, sum hevur fingið flest valmenn, vinnur so allar valmenninar í tí statinum. Um eitt forsetavalevni altso fær meirilutan (t.d. 50,1 %) av teimum 55 valmonnunum í [[Kalifornia]], so vinnur hann allar tær 55 atkvøðurnar. Í USA hevur verið forsetaval sum t.d. í 2000, [[George W. Bush]] ([[Republikanski Flokkurin|R]]) vann (271 valmonnum, 47,9 % atkvøðum), meðan [[Al Gore]] ([[Demokratiski Flokkurin|D]]) fekk samanlagt fleiri atkvøður enn Bush (266 valmonnum, 48,4 % atkvøðum). Íalt eru 538 valmenn, so 270 skulu til fyri at vinna.