Munurin millum rættingarnar hjá "Iran"

Content deleted Content added
New page: {{stubbi}} '''Iran''' er eitt land í Miðeystri. == Navnið == Navnið ''Iran'' er ein avleiðsla av ''Aryana Vaejo'', sum merkir ''upprunin hjá ariarunum''. Persar og...
 
No edit summary
Linja 12:
Tá oljukeldurnar fóru at spríkja í [[1900-árini|1900-árunum]], gjørdist Iran tætt knýtt at Vesturheiminum, serliga [[Bretland]]i, sum fekk stóra ávirkan á iranskan búskap. Undir [[Seinni Heimsbardagi|seinna heimsbardaga]] eggjaðu tey allieraðu Iran til at koma í teirra part móti [[Týskland]]i, men av tí at Reza Shah tók undir við týskarunum, avgjørdi hann, at Iran skuldi vera uttanveltað. Tey allieraðu hersettu Iran, og Reza Shah varð sendur í [[eksil]]. Sonur hansara, [[Muhammad Reza Pahlavi]] (vanliga umrøddur ''Shahurin''), kom í hansara stað.
 
Inntil 1979 var Iran eitt rættiliga frítt samfelag, har sangur og dansur vóru loyvd, og kvinnur ikki vórðu noyddar at ganga við høvuðturriklæði. Men islamiska kollveltingin hetta árið, sum millum annað gjørdi, at Shahurin varð noyddur at flýggja, viðførdi eisini, at kvinnur og gentur nú skuldu ganga við turriklæði.
 
== Keldur ==