Munurin millum rættingarnar hjá "Iran"

Content deleted Content added
New page: {{stubbi}} '''Iran''' er eitt land í Miðeystri. == Navnið == Navnið ''Iran'' er ein avleiðsla av ''Aryana Vaejo'', sum merkir ''upprunin hjá ariarunum''. Persar og...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 8. jun 2007 kl. 13:08


Iran er eitt land í Miðeystri.

Navnið

Navnið Iran er ein avleiðsla av Aryana Vaejo, sum merkir upprunin hjá ariarunum. Persar og medar vóru eftirkomarar eftir indoeuropeiska niðursetufólkinum (ariarunum). Medarnir grundaðu uml. 700 f.Kr. iransku tjóðina, sum uml. 600 f.Kr. varð lagt í oyði av Kyrosi Mikla, sum í staðin grundaði persiska ríkið, Persia. Landið kallaðis Persia heilt til 1935, tá Reza Shah endurinnførdi navnið Iran.


Olja og politikkur

Tá oljukeldurnar fóru at spríkja í 1900-árunum, gjørdist Iran tætt knýtt at Vesturheiminum, serliga Bretlandi, sum fekk stóra ávirkan á iranskan búskap. Undir seinna heimsbardaga eggjaðu tey allieraðu Iran til at koma í teirra part móti Týsklandi, men av tí at Reza Shah tók undir við týskarunum, avgjørdi hann, at Iran skuldi vera uttanveltað. Tey allieraðu hersettu Iran, og Reza Shah varð sendur í eksil. Sonur hansara, Muhammad Reza Pahlavi (vanliga umrøddur Shahurin), kom í hansara stað.


Keldur

  • Satrapi, Marjane: Min iranske barndom, Forlaget Carlsen, 2005.

Slóðir úteftir