Munurin millum rættingarnar hjá "Bøur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 27:
'''Bøur''' er ein [[Býir í Føroyum|bygd]] í [[Føroyar|Føroyum]], ið er í [[Vágar|Vágum]] vestan fyri [[Sørvágur|Sørvági]] á norðara armi á [[Sørvágsfjørður|Sørvágsfirði]].
 
Tey gomlu húsini í bygdini liggja í einum trunka við smølum túnum ímillum, og vestast stendur hugnaliga [[Bíggjar kirkja]]n, sum er bygd í [[1865]]. Útsýnið út móti [[Tindhólmur|Tindhólmi]], [[Gáshólmur|Gáshólmi]] og [[Drangarnir|Drongunum]] er helst tað stórbærasta og vakrasta í [[Føroyar|Føroyum]]. Fram við strondini er ein lítil sandur, og síðan [[1972]] er loyvt at [[Grindadráp|drepa grind]] her.
 
Bøur er gomul bygd, nevnd í [[Hundabrævið|Hundabrævinum]] frá um [[1350]], men er helst væl eldri. Hon er eisini gomul kirkjubygd, og í skrivligum keldum er nevnt, at [[kirkja]] var í Bø í [[1710]]. Nær fyrsta [[kirkja]]n í Bø varð bygd er ikki greitt.