Munurin millum rættingarnar hjá "Pervez Musharraf"

Content deleted Content added
nýggj grein
 
No edit summary
Linja 6:
Í 2001 útnevndi Musharraf seg sjálvan til forseta í Pakistan. Árið eftir útskrivaði hann tjóðartingsval fyri at rættvísgera embæti sítt sum forseti. Á valinum í oktober 2002 fekk flokkurin hjá Musharraf meirilutan.
 
Nøkur ár seinni, í oktober 2007, vanneydnaðist tað Musharraf at vinna forsetavalið í Pakistan umafturenn einaferð, men hægstirættur segðisthevði ta áskoðan, at vinnarin av pakistanska forsetavalinum ikki kundi staðfestast, áðrenn hægstirættur hevði tikið avgerð í málinum, hvørt Musharraf kundi vera ovasti av pakistanska herinum og samstundis forseti í Pakistan.<ref name="kelda-4"/>
Nakrar vikur seinni, tíðliga í november 2007, lýsti Musharraf undantaksstøðu í Pakistan. Stjórnarskipanin í landinum varð sett úr gildi, hægstarættarforsetin og tjóðartingið vórðu koyrd til hús.<ref name="kelda-1"/> Undantaksstøðan vardi í seks vikur.
Árið eftir, tann 7. august 2008, kunngjørdu andstøðuflokkarnir, at teir ætlaðu sær at reisa eitt ríkisrættarmál móti Musharraf, orsakað av valdsmisnýtslu undir undantaksstøðuni. Tíggju dagar seinni, tann 18. august, legði Musharraf frá sær sum forseti.