Munurin millum rættingarnar hjá "Fulkubbi"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Alle alle}}
Ercé (kjak | íkøst)
file
Linja 14:
| flokkingarnavn_serfrøðingur = ([[Carolus Linnaeus|Linnaeus]], 1758)
}}
[[File:Alle alle MHNT.ZOO.2010.11.146.3.jpg|thumb| ''Alle alle'']]
 
'''Fulkubbi''' (frøðiheiti - ''Alle alle'') ella '''fulkobbi''' er nakað sum [[stari]] til støddar. Hann er svartur omaná við hvítum strikum aftur eftir bakinum og tvørtur um veingirnar, í neðra hvítur. Nevið er stutt og kubbut. Hann eigur í óføra stórum meingi í norðastu kuldalondum, sum [[Grønland]]i, [[Svalbarð]]i, [[Jan Mayen]] og ikki sørt norðarlaga á [[Ísland]]i. Tað er ein lívligur og bragdligur fuglur, kvikur og snúiligur at renna millum urðagrótið, svimur skjótt og ger stór kav. Her uttan um [[Føroyar]] sæst hann um hávetur, stundum í flokki, men mest einstakir. Aftaná stóródnir, tá ið hann einki vinnur til føði, rekur onkur deyður á land. Teir norðastu grønlendingarnir taka hann við fleygastong; teimum er hann ein hentur fuglur, bæði til matna og klædna, einki lívir so væl sum plagg, seymað saman av fulkubbaskinni, siga teir.<ref>[[Mikkjal á Ryggi]]: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.</ref>