Munurin millum rættingarnar hjá "Lomvigi"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s No need for both {{Commons}} and {{Commonscat}}. Removing {{Commons}}.
Ercé (kjak | íkøst)
file
Linja 16:
}}
[[File:Uria aalge MHNT Rouzic.jpg|thumb|''Uria aalge'']]
[[File:Uria aalge aalge MHNT.ZOO.2010.11.144.26.jpg|thumb| ''Uria aalge aalge'']]
 
'''Lomvigi''' ella '''lomviga''' (frøðiheiti - ''Uria aalge'') er svartur [[Sjófuglar|sjófuglur]]. Sagt verður, at lomvigin kemur at landi á [[pálsmessa|pálsmessu]] og í bergið á [[leypársmessa|leypársmessu]]. [[31. juli]] sigst lomvigin aftur leggja frá landi. Loyvt er (í [[2007]]) at skjóta lomviga frá [[1. oktober]] til [[20. januar]]. er svartur omaná, hvítur í neðra. Summir hava eina hvíta striku aftur frá eyganum; teir eru sama slagið sum hinir, men eru oftast stórir. Fyrst í juni hevur lomvigin vorpið, eittans egg, stórt eftir fuglinum. Frá tí tjúkkasta smalkast tað beint og javnt móti hinum klænra endanum, sum er óvanliga spískur; eggið rullar tí ikki beinan veg, men heldur runt í ring, og tað man mangan hava bjargað teimum frá at fara út av rókini. Frá 5. til 8. juni fara menn at ræna, t. e. at taka eggini. Í stórum línum síga teir langt niður í bergið — í [[Skúvoy]] um 80 favnar, — og har, sum loft er, gera teir stór reiggj út og inn. Eggini eru vøkur, frá fagrasta grøna til bleikgrønt og stundum hvítt, sett við dimmum blettum og strikum, sum gera tey ólík hvørjum øðrum. Orðið gongur, at aldri finnast tvey lomvigaregg, sum eru meinlík á liti. Summi sýnast at vera einlitt grøn, men hyggur tú gjøllari eftir, so sært tú altíð onkun dimman blett, sum ger eitt frámerki.