Munurin millum rættingarnar hjá "Eysturoyartunnilin"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
Tunnilin kemur upp í Saltnesi
dagføring
Linja 1:
'''Eysturoyartunnilin''' er ein tunnilundirsjóvartunnil í Føroyum, ið eftir ætlan leturlæt upp fyri almennari ferðslu 19. desember 2020 á middegi. Tunnilin bindir syðra part av [[Streymoy]]nni saman við [[Skálafjørður (fjørður)|Skálafjørðin]] á Eysturoynni. Eysturoyartunnilin er ein undirsjóvartunnil, eins og [[Vágatunnilin]] og [[Norðoyatunnilin]]. Tó er Eysturoyartunnilin annarleiðis enn hinir fyrru, av tí at hann fer sundur í tvey undir Skálafirði við einari rundkoyring, og síðan førir ein tunnil til [[Strendur]] og ein annar heldur fram undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í [[Saltnes]]i.
 
== Tunnilin ==
Tunnilin er ein undirsjóvartunnil, ið er 11.250 metrar langur. Hægsta punktið er 15 metrar yvir havið, og lægsta punktið er 187 metrar undir havinum. Tunnilin hevur eina rundkoyring undir Tangafirði, ið deilir seg í tvey, har annar tunnilin fer upp á Strondum og hin fer leiðina undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í Saltnesi. Hin endin á tunlinum byrjar við [[Hvítanes]], stutt norðanfyri [[Tórshavn]] og liggur í Tórshavnar kommunu. Tað er P/F Eystur- og Sandoyartunlar, ið eigur bæði Eysturoyartunnilin og [[Sandoyartunnilin]], ið er í ger.
 
== Søgan ==