Munurin millum rættingarnar hjá "Kongressin í USA"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:United_States_Capitol_-_west_front.jpg|thumb|right|280px|Capitol, har Kongressin heldur til.]]
'''Kongressin í USA''' ([[enskt]]: '''United States Congress''') er lóggevandi valdið í [[USA]]. Kongressin hevur tvey kømur: [[Senatið í USA|Senatið]], sum hevur 100 limir og [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] (''House of Representatives''), sum hevur 435 limir. Hvør statur í USA hevur tveir senatorar og - alt an uppá tal av íbúgvum - millum 1 og 53 limir í [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatinginum]]. Harumframt sita fimm útnevnd frá [[hjálond]]unum hjá USA í eitt tvey-ára tíðarskeið, umframt ein kommiserur, sum situr í eitt fýra-ára skeið. Hesir seks persónarnir hava ikki atkvøðurætt.
 
Kongressin hevur ábyrgdina fyri fíggjarmálum, serliga mál sum viðvíkja fíggjarætlan, verju av [[USA]], landsins almennu viðurskifti og regulering av handilsavtalum við onnur lond. Harumframt fastsetir Kongressin tær yvirorðnaður rammurnar fyri tær lóggevandi stjórnirnar í lutastatum USA's. Tað merkir, at hvør einstakur lutastatur framhaldandi hevur sjálvavgerðarrætt, sum vísir seg í ymiskum konkretum lógum. Umframt tær lóggevandi funktiónirnar hevur Kongressin makt til at kanna og føra eftirlit við tí útøvandi maktini - við [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetanum]] og hansara umsiting. Kongressin hevur ekslusiva makt til at byrja ríkisrættarmál móti forsetanum, dómarum og øðrum embætismonnum í føderalum regi - tvs. hesi hoyra ikki til lutastatirnir.