Munurin millum rættingarnar hjá "Líkning"

Content deleted Content added
Tak burtur versjón 361758 hjá Heyheymkey (kjak)
Merki: Undo
Tak burtur versjón 361756 hjá Heyheymkey (kjak) Herverk !
Merki: Undo
 
Linja 1:
Ein '''líkning''' er tvær framsagnir við javnatekni ímillum. Tað at loysa líkningar snýr seg um at“at finnafáa x at sínastanda exeinsamalt.” Líkningareglurnar tryggja, um tær verða hildnar, at javnvág framvegis er í líkningini, t.e. at javnateknið framvegis er í gildi, at báðar tær opnu útsagnirnar hava somu loysnamongd. Við tað at líkningar eru opnar útsagnir, hava tær grundmongd. Er <math>x^2</math> í einari líkning, verður hon nevnd líkning á øðrum stigi. Líkningar á øðrum stigi kunnu setast upp á henda hátt: <math>ax^2+bx+c=0</math> og tá siga vit, at tær eru skipaðar. Vit vita, hvørjir óbrigdlarnir <math>a</math>, <math>b</math> og <math>c</math> eru, tá ið vit skulu loysa líkningina. Áðrenn vit kunnu loysa líkning á øðrum stigi, mugu vit skipa og umstytta hana er hon tað ikki frammanundan. Á sama hátt verður forskriftin hjá [[funktión]] á øðrum stigi skrivað sum liðastødd á øðrum stigi, sum verður sett javnt við y: <math>y=ax^2+bx+c</math>. Er y-virðið javnt við null, er forskriftin líkning á øðrum stigi. Vit nevna loysnirnar hjá líkning á øðrum stigi ''røtur''.
 


Ein ólíkning er tvær framsagnir við ójavnatekni ímillum. Ólíkningar kunnu verða loystar sum líkningar, men býta ella falda vit við negativum tali, venda vit eisini ójavnatekninum. Loysnamongdin hjá einari ólíkning er øll tey tøl, sum gera ólíkningina sanna. Tá ið vit loysa ólíkningar, mugu vit eisini gera tað sama báðumegin ójavnateknið.