Munurin millum rættingarnar hjá "Húsavík"

Content deleted Content added
Jagldýr (kjak | íkøst)
s geobox
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 28:
'''Húsavík''' er ein bygd i [[Sandoy]].
 
Húsavík liggur sunnan fyri [[Skálavík]]. Bygdin hevur 74 íbúgvar ([[2013]]). Bygdin er gomul, helst frá landnámstíð. Hon hevur tveir gamlar býlingar, men søgn er, at høvuðsbygdin var í [[Kvíggjagili]] vestan fyri ánna, har víst verður á húsatoftir, og har eisini [[kirkja]] og kirkjugarður vóru. Søgn er, at bygdin doyði út av [[Sóttin svarta|svartadeyða]], og aftaná varð hon flutt eystur um ánna. Ein sera rík kvinna, nevnd [[Húsfrúgvin í Húsavík|Hústrúin]] ella [[Húsfrúgvin í Húsavík|Húsfrúgvin]], var í bygdini, og søgnin sigur, at hon og maður hennara grundaðu bygdina aftur. Grótgarðurin, hon læt gera um kirkjugarðin, stendur enn. Eisini veggirnir í hoyløðuni og tað steinsetta túnið minna um hennara stórbæri. Á frímerkinum hómast [[kirkja]]n, sum var bygd í [[1863]], og høgrumegin eini um 130 ára gomul hús, sum verða varðveitt sum fornminni. Húsavík er hvalvág, og har doyggja grindir av og á. Størsta grindin, sum er deyð á sandinum, var 382 hvalir.
 
== Áhugaverd støð ==